Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: in.fo

At flúgva til Føroya

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  23.01.2025 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Tá ið flogið verður til Føroya, eru tað fleiri viðurskifti, hædd skal takast fyri. Er ættin eftir flogbreytini, ella er hon tvørtur um vøllin? – og er nógvur vindur?

So er tað sýnið. Er tað klárt og bláur himmal – ella er greytasvart? – ofta er tað onkrastaðni harímillum.

Eftir at Atlantic Airways fór at flúgva í mars 1988, fór flogmanningin alt fyri eitt at savna saman vitan um veðrið, hvussu tað ávirkaði flúgvingina. Alt var noterað, og avgerð um at flúgva ella ikki vórðu tiknar á alt breiðari vitanargrundarlagi.

Ein ferð t.d. úr Danmark til Føroyar, har sum ikki er lendandi í Vágum fyri mjørka, og flogfarið fer avstað aftur, er sera kostnaðarmikið fyri felagið. Nógv full flogfør skulu til fyri at gjalda rokninga, tá ið flogfarið má venda við, og ferðafólkið gista á hotelli.

Tá ið lágtrýst liggja vestan fyri Føroyar um summarið og stinga brúgvaløgini, er veðrið í Føroyum skiftandi við lágum og tungum regnskýggjum framman fyri hitabrúnna, mjørka í geiranum millum hita- og kuldabrúnna, og tá ið kuldabrúgvin er farin eysturum, er loftið smá- ella hálvskýggjað og ælaveður.

Kortið omanfyri er ein greining av veðrinum 9. Juli 1999. Púra vanligt summarveður í Føroyum. Eitt lágtrýst var millum Ísland og Grønland – merkt LX 993 á veðurkortinum. Brúgvaløgini gingu úr miðjuni av lágtrýstinum eystureftir og seinni vóru tey bend suðureftir.

Fyrsta pettið úr miðjuni og eystureftir var brúgvalagið samanrunnið, men nakað norðan fyri Ísland var enn kuldabrúgv og kuldabrúgv. Tær gingu báðar eystureftir, men tann aftara – kuldabrúgvin – gekk skjótari enn tann fremra – hitabrúgvin. Tað gráa økið millum tær – hitageirin – minkaði tí alla tíðina, meðan hann eisini gekk eystureftir.

Í hitageiranum var mjørki, og fyri at lenda í nóg góðum sýni, mátti flogfarið bíða, til kuldabrúgvin hevði trýst allan hitageiran við mjørkanum eysturum, og klárari veður legði seg yvir Vágar við bøklaskýggjum í øllum støddum og meiri enn so onkrum æli.

Fyri fráferð úr Kastrup til Vágar hugdu flogskipararnir tí eftir veðurkortum og roknaðu seg fram til, nær kuldabrúgvin fór at fara fram við Akrabergi. Vanliga fór hon fram við har 1 tíma áðrenn hon fór fram við Vágum. Fráferðin varð sett eftir hesum, og viðhvørt varð bíðað eina góða løtu, áðrenn flogfarið fór til Føroya.    

Tað er ikki alla tíðina á sumri, at lágtrýst ferðast framvið og ávirka veðrið í Føroyum, sum er nevnt omanfyri.

Viðhvørt er lítið skil at síggja í veðurkortunum – einki mynstur. Há- og lágtrýst eru veik og liggja óskipað. Tá er ikki líka lætt at gera av, nær tað er lendandi ella ikki.

Á vári í 2023 lá eitt hátrýst støðugt um okkara leiðir. Vit høvdu liggjandi góðveður við lítlum vindi í 6-7 vikur. Viðhvørt var hátrýstið eystanfyri – tá var ættin úr eystri niður í landsynning – og viðhvørt var hátrýstið vestanfyri, og ættin lá útsynning – soleiðis sum á kortinum niðanfyri.

Tá er eingin hitageiri at bíða eftir, til tað klárnar í Vágum – ella at geva sær stundir, til hann hevur regnað seg vesturum. Allur niðast parturin av lufthavinum er næstan stillur, bert eitt lítil lot.

Tá kann sjóvarfallið hjalpa til við at fáa mjørkan at lætta eitt sindur.

Tað rekur suður og norður ígjøgnum Mykinesfjørð – 6 tímar og 12 minuttir hvønn vegin. Havið vestanfyri er millum ½ og 1 stig heitari enn havið eystanfyri. Tá ið tað er eystfall, rekur eitt sindur heitari sjógvur suður ígjøgnum Mykinesfjørð, enn á vestfallinum.

Mjørki í firðum og sundum í Føroyum verður til, tá ið heit luft nertir við kaldan sjógv. Størri munurin er á hitanum í luft og sjógvi, meiri kann koma av mjørka, og – hinvegin – er minni munur á hitanum í luft og sjógvi, so er minni mjørki, og tað kann vera klárt frá sjónum og eitt sindur uppfrá.

Tí leggja flogskiparar sær túrin úr Kastrup ella aðrastaðni til Vágar soleiðis til rættis, at flogfarið skal vera yvir Mykinesi í tíðarskeiðinum, tá ið tann heitari sjógvurin byrjar at reka suðureftir (eysfalskyrrindi) og ein tíma ella so fram.

So er tað eitt sindur klárari í ein tíma ella so, og ofta júst nóg klárt, at flogfarið kann lenda.

Fyri at fáa hetta at eydnast, hava flogførini hjá Atlantic altíð havt upplýsingar við sær umborð, nær eystfals- og vestfalskyrrindi eru í Føroyum. Tað er ikki øll flogfør kring heimin, sum hava tað liggjandi í stýrhúsinum.

At vita um hesi viðurskifti, hevur verið av stórum týdningi hjá Atlantic, síðan tey byrjaðu at flúgva. Tað hevur ofta verið munurin, at flogfarið hevur lent, heldur enn at hava vent við og sett seg í Íslandi ella í Noregi at bíða.

Nógvur peningur er spardur, og fólk hava verið fegin um at vera komin heim til tíðina – ella næstan.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á tykisferð í føroysku kirkjunum
Okur eru samd um einar frælsari Føroyar
MEST nógvar umbyggingar og umvælingar í…
Føroyar mugu ikki gerast ein brikkur í s…
At flúgva til Føroya
Epli og røtur av Sandi
Tekniski skúli opið hús á Torradøgunum
Búnaðarstevnan í Varpinum
Samrøða við Dávur Winther
Samrøða við John Dalsenni
Samrøða við Edvu Jacobsen
Útlutar samgongan sær sjálvari fiskirætt…
Eg sjólívið valdi, men...
Dennis, far við Gadus!
Er dugnaskapur veruliga vorðin ein synd?
Erik um Kvøldskúlan og Summar­festivalin
Felagið Nótaskip tekur ikki undir við De…
Prógvhandan
Dávur Winther vitjar Norðlýsið
Byggisamtyktin fyri A4 og D39 broytt og…