Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ótrygt og illa lýst broytingaruppskot í sjófeingislógini

SKRIVAÐ: Árni Skaale  |  27.01.2025 - 13:16 Politikkur Tíðindaskriv

Størsti trupulleikin við broytingaruppskotinum í sjófeingislógini, er, at eingin kvalifiserað meting er gjørd um samlaðu ávirkanin av uppskotinum. Tað er púrasta forsømt – og tað er ikki gott nokk, sigur Árni Skaale, tingmaður.

 

 

Tað er torført at síggja, hvussu ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini fara at gera fiskivinnuna til ein lønsama og samfelagsgagnliga vinnu. Grundleggjandi verða feløg, sum í dag tjena pengar og geva stórt íkast til føroyska búskapin, skerd í sínum virkismøguleikum.

Tað vísir Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin, á, sum nú fer at vísa á fimm viðurskifti í lógini, sum ávikavist eru vánalig ella ivasom:

 

Uppskotið rakar geografiskt ójavnt

Tá hugsað verður um, hvussu hesar broytingarnar raka, so er eingin ivi um, at tað serliga eru feløgini í norður og eystur Føroyum, sum verða meint rakt.

Hetta er hugsoytt. Serliga tá hugsað verður um, at hesi feløg – í tráð við politiska viljan – hava arbeitt í tráð við og innan fyri lógina, sum hevur verið galdandi, síðani nýggj lóg varð gjørd.

Skiftandi landsstýrið hava hildið seg til áleið somu meginreglur viðvíkjandi stødd av fiskaveiðuaktørum.

Hetta var og er neyðugt, tí vit eru farin frá eini fiskivinnuskipan, sum kostaði landskassanum stóran part av fíggjrlógini, til at fiskivinnan nú rindar eitt stórt íkast til raksturin av landsins fíggjarlóg.

 

Herdar reglur fyri útlendskum kapitali

Í verandi fiskiveiðulóg er staðfeast, at útlendingar skulu vera úti úr veiðiliðnum í 2032. Broytingaruppskoti leggur upp til at hesar reglurnar skulu herast, so útlendingar frameftir bara kunnu gera broytingar um teirra ognarlutur minkar.

Eftir mínum tykki, er tað sera ivasamt, um tað at nokta útlendingum at vera við yvirhøvur, er eitt skilagott krav. Hugsa vit um aðrar vinnur, so er eyðsæð, at politiska skipanin ikki hevur somu hugsan um allar vinnur. Tí útlendingar eru sera virknir aðrastaðni í føroyskum vinnulívi, eitt nú í alivinnuni, eins og føroyingar eisini eru nógv virknir í vinnulívinum uttan fyri Føroya.

Eg eri samdur í, at vit eiga at hava ræði á okkara tilfeingisvinnum, men at nokta øllum samstarvi við útlendingar, er skeivt.

 

Eingin kvalifiserað meting gjørd

Við fyrsta eygnabrá, sær tað skilagott út at verandi kravið um, hvussu nógv av veiðuni skal landast í Føroyum, verður broytt frá 85% til 50%.

Í uppskotinum verða nakrar jaligar ávirkanir fyri skipini nevndar, men fyri samlaðu føroysku vinnuna, er eingin meting gjørd.

Eftir mínum tykki er tað skeivt at broyta eina vinnuskipan so grundleggjandi, uttan at gera eina kvalifiseraða meting um samlaðu ávirkanina, hendan broytingin kemur at hava. Júst hetta er púrasta forsømt í hesum uppskotinum.

 

Fjaldar flytingar millum aktørar

Í uppskotinum er ein sokallað teknisk broyting, sum skal gera, at allir aktørar í uppisjóvarvinnuni verða viðgjørdir eins, tá kvotur minka og vaksa.

Tá eg lesi uppskotið, er nærum ógjørligt at skilja, hvussu broytingarnar koma at ávirka teir ymsu aktørarnar.

Tó er mín niðurstøða – eftir at hava gjørt eina roynd at greina hetta – at teir «gomlu aktørarnir» í nógv størri mun verða revsaðir. Niðurstøðan er, at hetta als ikki bara er ein teknisk broyting, men ein fjøld flyting av kvotum millum allar aktørarnar í skipanini.

Eg taki undir við tankanum um at gera fiskiveiðulógina so greiða sum gjørligt. Men hetta er ikki bara tað, sum verður gjørt. Her verður gjørt meira enn tað – og júst tí taki eg ikki undir við tí.

Ein teknisk broyting átti at verið gjørt í samstarvi við vinnuna, og ikki sum hetta: Nakað, sum verður dikterað niður yvir vinnuna.

 

Ótryggir og ókendir karmar fyri vinnuna

Tað er serliga manglandi leingjanin av veiðuloyvunum, sum sker í eyguni. Í byrjanini av valskeiðnum segði Fiskimálaráðharrin, at hann ikki vildi leingja veiðuloyvini aftur til 12 ár. Frá tingsins røðarapalli varð proklamerað, at tíðin skuldi vera 10 ár.

Vinnan tók hetta til eftirtektar og gleddist um, at tað sá út til at øll tann politiska skipanin fór at koma til eina semju.

Ótryggleiki í treytunum fyri at dríva fiskivinnu, er ein stór, helst størsta, hóttanin fyri hesa vinnuna. Nú hoyrist í fjølmiðlunum, at hetta eisini er slept – og at loyvistíðin er óviss.

Úrslitið er: Òtryggir og ókendir karmar fyri vinnuna.

Eg havi ilt við at skilja meiningina við hesum uppskotinum og fari at heita á Landsstýrið um at taka hetta uppskotið av skrá.

 

Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morgunsangur í Christians­kirkjuni mikumo…
Songkvinnan jazzygold á Summar Festivali…
Rodmund Nielsen vitjar Norðlýsið
Sylvan Jakobsen til Molde
Petra Snorradóttir Jensen vitjar Norðlýs…
Norðlýsið á gøtuni
Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bá…
G! kunngerð: Emiliana Torrini (IS)
Karla Solveig Dam
AMOC er ikki gingin amokk
Samrøða við Anfinn Hjaltalin
Nýggj frisørsalong letur upp í Klaksvík
Verjusemja um Arktis og Norð­uratlantshav
Er skúla­skipanin góð fyri okkara land og…
Reisigildi á Garðavegnum
Borgar­stjó­rin takkaði Rannvá Joensen frá…
Kanningar av orkumøguleiku­num úr undirgr…
Holocaust minningarhald
Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vi…
Ótrygt og illa lýst broytingar­uppskot í…