Borgarstjórin takkaði Rannvá Joensen fráfarandi varaskúlastjóra
- Tað finnast persónar, sum hava serliga ávirkan á tað umhvørvið, sum tey eru partur av. Serliga eru tað tey, sum hava gjørt ein stóran og áhaldandi innsats. Tað hevur tú, segði Karl H. Johansen, borgarstjóri, í røðu síni til Rannvu Joensen, sum nú fer frá sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð, her hon hevur starvast síðan 1992
Í sambandi við at Rannvá Joensen, skúlastjóri, hevur valt at takka fyri seg í starvinum og fer frá fyri aldur, skipaði skúlin fyri eini hátíðarløtu í miðhøllini á Skúlatrøð, har fleiri røður vórðu hildnar, og eisini tónleika- og sangframførslur.
Eisini Karl H. Johansen, borgarstjóri, var boðin við til hátíðarløtuna, har hann bar fram eina heilsan vegna býráðið og kommununa til fráfarandi varaskúlastjóran.
Vit endurgeva røðuna her niðanfyri:
- Góðan dagin øll somul. Fyrst og fremst vil eg takka fyri innbjóðingina til hesa hátíðarløtu, nú Rannvá aftaná 37 ár gevst sum lærari og varaskúlastjóri á Skúlatrøð.
- Góða Rannvá. Nógv er hent hesi 37 árini, og nógv er broytt. Vit vita av royndum, at tá ið nógvar broytingar fara fram, so kann tað vera trupult at halda fast við summar vanar, siðvenjur osfr.
- Men morgunløtan, sum varð fyriskipað saman við øllum næmingunum í gjár, prógvaði, at á Skúlatrøð eru siðvenjur, sum tú, saman við fleiri, ert blivin góð við. Ja, eg hoyrdi at ein næmingur í 1. flokki hevði sagt, at Rannvá er stjóri í morgunsang.
- Tú hevur av sonnum verið ein fyrimynd og slóðari á hesum økinum, og týdningin av morgunsanginum fekk tú so vakurt sett orð á saman við eini áheitan um, at vit øll skulu vera góð við hvønn annan.
- Tað finnast persónar, sum hava serliga ávirkan á tað umhvørvið, sum tey eru partur av. Serliga eru tað tey, sum hava gjørt ein stóran og áhaldandi innsats. Tað hevur tú! Bæði fyri næmingar og mótvegis tínum starvsfeløgum.
- Eg hoyrdi ein starvsfelaga hjá tær siga, at man er ongantíð í iva um, hvat Rannvá heldur: ”Hon sigur tingini, sum tey eru. Hon pakkar onki inn, men kortini verður tað ongantíð tikið illa upp, tí hennara hjartarúm er so stórt og vælmeinandi”.
- Umframt tín dagliga gerning sum lærari, og seinnu nógvu árini sum varastjóri, hevur tú eisini verið partur av einum norðurlendskum skúlaleiðaratoymið, sum hevur havt stóran týdning fyri vinarbýarsamstørvini, sum Klaksvíkar kommuna hevur við Ísland, Finnland, Norra, Svøríki og Danmark.
- Eg kann til stuttleika nevna, at tá ið borgarstjórarnir seinast endurnýggjaðu sáttmálan millum hesi londini, so róstu øll Klaksvíkar kommunu fyri sín virkna leiklut í samstarvinum, her serliga á skúlaøkinum.
- Kanska hevur tú fingið hesa rósuna einaferð fyrr, men tú fært eina afturat í dag, sum enn ein tøkk fyri, at tú eisini á hesum økinum hevur verið so nærløgd og arbeiðssom.
- Eg veit av royndum, at tað er við blandaðum kenslum, at tú stendur her í dag, men eg trúgvi at øll sum eru her, kunnu vera samd um, at tú av røttum kanst líta aftur á eitt virkið og nærlagt arbeiðsavrik.
Í røðu síni kom borgarstjórin eisin inn á privatu umstøðurnar hjá Rannvu, sum hevur upplivað at mist fleiri av sínum kæru. Ein stór sorg.
- Má Harrin styrkja teg í sorgini og sakninum, nú enn eitt kapittulskifti í tínum lívi stendur fyri framman.
- Vegna Klaksvíkar býráð og øllum, sum starvast hjá Klaksvíkar kommunu, er tað mær ein heiður at bera tær eina hjartans tøkk fyri títt trúfesti í øll hesi mongu ár.
- Takk fyri.