Lýsing
Lýsing
Lýsing

Festligir tónar og myndir í Leirvíkar Bátasavni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.01.2025 - 10:36 Mentan Tíðindi

Sunnudagin tann 2.februar 2025 kl. 16 fara Monika Stauss Joensen (violin) og Jón Eliassen (flygil) at undirhalda við lívligum klassiskum tónleiki í Leirvíkar Bátasavni.

 

 

Ì seinru helvt av tónaleikaløtuni fer Àrni Jacobsen at greiða frá hansara myndum, sum hann meistarliga hevur tikið runt um í Føroyum, og í heimbygd hansara Leirvík. Her hevur hann annað árði á rað valt nakrar av hanara myndum og givið út sum “Leirvíkskalendara”. Aftaná at  Àrni hevur greitt frá, koyra hansara myndir sum bakgrund, meðan Monika á violin og Jón á flyglinum framføra víðari.

Repertoire sum tey bæði, Monika og Jón framføra er sera fjólbroytt, og tónleikur saman við vøkrum myndum er ein serstøk ferð gjøgnum vøkru oyggjarnar.

Hetta kann síggjast sum ein giltur møguleiki at stytta myrkastu tíðina í árinum.

Tónleikaløtan í Bátasavninum verður sunnudagin 2. februar 2025 kl 16. Kostnaðurin fyri atgongd til savnið er kr. 80. Børn hava fría atgond.

Fyri hetta fæst góður tónleikur, vakra myndir við frágreiðing av myndamanninum , hugnalig samvera, kaffi/the og okkurt afturvið. Eisini verður høvið at ogna sær myndakalendarin.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…