Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flogbóltssamband Føroya sett italskan venjara

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  29.01.2025 - 09:41 Ítrottur Tíðindi

Talan er um 40 ára gamla Ciro Zoratti, sum hevur hægstu venjaraútbúgvingar frá italska flogbóltssambandinum, CEV og FIVB. Umframt hetta hevur Ciro umfatandi royndir frá altjóða flogbólti á hægsta stigi og við menning av ungum leikarum.

 
 
Fyri Flogbóltssamband Føroya hevur tað verið umráðandi at flyta landsliðsarbeiðið fyri U-landsliðini og eisini fyri A-landsliðini upp á hægri stig. At seta ein fulltíðar venjara við royndum sum Ciro, er eitt stig á leiðini. Ciro fer at arbeiða miðvíst við flogbóltsskúlanum, partvíst við samlingum sum áður, men eisini úti í feløgunum, umframt at hann fer undir eitt miðvíst arbeiði við A-landsliðsleikarunum hjá kvinnum, sigur Peter Holm, formaður í FBF.
 
Flogbóltssamband Føroya hevði eina setanartilgongd í desember 2024, sum endaði við, at tveir venjarar vóru bodnir til Føroyar til samrøður og til royndarvenjingar. Tað hevði týdning at síggja, hvussu hesir venjarar, sum vanliga arbeiða við bestu flogbóltsleikarunum í heiminum, tilpassaðu seg til føroysku viðurskiftini. Valið fall síðani á Ciro Zoratti.
 
Ciro hevur verið venjari og ítróttastjóri í fleiri av bestu ungdómsfeløgunum í Italia, har hansara høvuðsuppgáva var at menna leikarar til italsku landsliðini. Í 2018 var Ciro valdur til besta ungdómsvenjara í Italia. 
 
Hann hevur verið høvuðsvenjari fyri kvinnulið í næstbestu italsku deildini og hjálparvenjari í bestu italsku og fronsku deildini fyri kvinnur.
 
Stuðul frá FIVB, altjóða flogbóltssamgonguni, ger tað gjørligt hjá FBF at seta ein venjara sum Ciro í starv.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…