Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fimm politisk átøk fyribyrgja yvirvekt

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  29.01.2025 - 14:40 Tíðindaskriv

TILMÆLI: Sambært norðurlendsku krabbameinsfeløgunum kunnu fimm politisk átøk gera stóran mun í arbeiðinum at fyribyrgja yvirvekt millum børn og ung. Millum annað hesa niðurstøðu eru feløgini komin til í samstarvinum um verkætlanina “Common Actions for the Prevention of Overweight and Obesity among Children”, sum Nordic Cancer Union (NCU) hevur stuðlað fíggjarliga, og sum feløgini nú staðiliga heita á politisku myndugleikarnar at seta í verk.


 
Alsamt fleiri børn og ung í Norðurlondum viga ov nógv. Í Danmark viga 18 prosent av børnum og ungum millum 9 og 17 ár ov nógv, og í hinum Norðurlondunum eru tølini enn hægri. Føroyskar kanningar hava fyrr víst, at støðan hjá okkum er heldur verri enn í hinum Norðurlondunum.

Yvirvekt hjá børnum økir ikki bara um vandan fyri álvarsomum kropsligum sjúkum, men eisini um vandan fyri sálarligum og sosialum trupulleikum.

Kanningar vísa, at størsti parturin av teimum børnum, sum stríðast við yvirvekt, taka yvirvektina við sær inn í vaksnamannalívið. Tað er ørkymlandi, tí vit vita, at hetta økir um vandan fyri fleiri sjúkum – millum annað fimtan ymiskum krabbameinssløgum. Norðurlendsku krabbameinsfeløgini heita tí staðiliga á politisku myndugleikarnar um at gera nakað við støðuna.

Norðurlendsku krabbameinsfeløgini halda, at tíðin er komin at gera nakað við álvarsama trupulleikan, og koma tey nú við fimm ítøkiligum tilmælum um politisk átøk, sum skulu fyribyrgja og venda skeivu gongdini við yvirvekt í Norðurlondum:

  • Skattapolitisk átøk skulu setast í verk, sum gera tað lættari fíggjarliga at velja heilsugóðan kost. Átøkini skulu samstundis minka um sølu, keyp og nýtslu av heilsuskaðiligum mati og drykkivørum.
  • Marknaðarføringslógin skal tillagast og herðast soleiðis, at hon fer at avmarka marknaðarføring av heilsuskaðiligum mati og drykkivørum.
  • Mat- og drykkivørur skulu merkjast betur, so at keyparin hevur møguleikan at kunna seg um, hvat er í vøruni.
  • Vit skulu hava  heilsupolitikk í skúlunum, sum bæði stuðlar undir sunnar kostvanar og kropsliga rørslu í skúlunum.
  • Fleiri fyribyrgjandi politikkir afturat, sum gera tað fíggjarliga møguligt og lættari at fáa hendur á heilsugóðum mati og at vera meira kropsliga virkin á øllum almennum stovnum og øll barnaárini.

Tilmælini eru grundaðar á dátur og tilfar úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki.

Vilt tú vita meira um verkætlanina “Common Actions for the Prevention of Overweight and Obesity among Children” og tey fimm tilmælini til politisku myndugleikarnar í Norðurlondum, kanst tú lesa meira um tað her:


Um verkætlanina: Policy-paper om de fem anbefalinger
Um tey fimm tilmælini: Epinion

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…