Eitt gott fólk – og treiskur sum eitt ross
Í dag, 30. januar, fyllir Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, 60 ár.
Fittur, hjálpsamur og stuttligur, eitt gott fólk við hjartanum á røttum stað, sum tað ber illa til ikki at blíva góður við. Hetta eru lýsingar, sum ofta verða sagdar um Jan Højgaard, nesmannin, sum í dag fyllir 60, og sum seinastu 18 árini hevur stjórnað Føroya Fiskimannafelag.
Áhaldandi, stríðsviljaður og treiskur sum rossið, kundi verðið lagt afturat. Tí tað er í fyrsta lagi hesum eginleikum fyri at takka, at hann nu er farin undir sítt sjeynda formansskeið sum formaður í Fiskimannafelagnum.
Hann tók øll á bóli, tá hann í 2007 vann stríðsvalið um formanssessin móti Óla Jacobsen, sum tá hevði verið formaður felagsins í samfull 36 ár, og Dan Reinert Petersen, sála.
Miðlarnir gjørdu nógv burtur úr stríðsvalinum, ið tá var, men tað tyktist, sum at tað bara vóru tveir kandidatar – Óli og Dan. Teir vóru raskir at skriva greinar, og tað vóru teir, sum vóru í fokus í miðlunum. Jan bleiv ikki eingongd boðin við í kjaksending, sum var, tá valdysturin leikaði uppá tað harðasta.
Men tá uppteljingin var liðug 31. januar í 2007, stóð Jan eftir sum tann greiði vinnarin. Hann fekk 604 atkvøður, og Dan og Óli fingu ávikavist 531 og 486 atkvøður.
Valsigurin kom óvart á tey flestu, men als ikki á Jan sjálvan. Aftaná hevur hann fleiri ferðir greitt frá, at hann nokkso tíðliga í valstríðnum visti, at hann fór at vinna. Tí, meðan hinir báðir kandidatarnir tóku sjómanstak í miðlunum, loddaði Jan dýpið har, ið valið skuldi gerast av, nevniliga millum fiskimenninar – limirnar í Fiskimannafelagnum, sum skuldu velja formannin.
Veturin 2006-2007, tá valstríðið leikaði á, gekk hann ótroyttiliga umborð á so nógv skip, sum til bar, at práta við fiskimenninar og lurta eftir, hvat teir vónaðu og væntaðu av einum nýggjum formanni.
Jan Højgaard fór til skips sum hálvvaksin og hevur mest siglt við línuskipum, so hann hevði eisini sjálvur ein góðan førning av vitan um batar, ið lógu á láni, og órættvísi, ið skuldi rættast.
Tað var eisini serliga millum línumenn, at hann væntaði sær undirtøku, og hann mundi vitja umborð á teimum flestu línuskipunum undir valstríðnum. Eftir valið vóru tó góðar ábendingar um, at hann hevði stuðul í øllum veiðibólkum.
Hann vann valið í 2007, og hann hevur vunnið øll formansvalini í Fiskimannafelagnum síðan. Her skal havast í huga, at talan hevur verið um stríðsval hvørja ferð uttan á valinum í vetur, tá ongin stillaði upp ímóti honum.
Valstrategiin hjá Jan Højgaard hevur verið tann sama øll valini. Strategiina lýsti hann stutt soleiðis í samrøðu við Sosialin dagin eftir uppteljingina í 2007:
“Eg gjørdi arbeiðið, har tað skuldi gerast, nevniliga umborð á skipunum og millum fiskimenninar, og tí væntaði eg, at eg fór at røkka langt og vinna á mál.”
Tað hevur kravt sítt at verða formaður í Fiskimannafelagnum seinastu 18 árini, tí stórar broytingar eru framdar í føroysku fiskivinnuni hesa tíðina – bæði í politisku stýringini og umsitingini av henni og eisini í sjálvum flotanum og rakstrinum av honum.
Frá fyrsta degi hava brotasjógvar skola inn yvir formannin, og onki skeið hevur verið uttan orrustur og stórmál at loysa.
Eisini í so máta hevur Jan Højgaard tikið fleiri á bóli. Hann hevur nevniliga ongantíð verið bangin fyri alment at fortelja, hvørji amboð Fiskimannafelagið hevur, um tað skuldi komið til skarpskeringar við reiðararnar – ella onkuntíð Løgting og landstýri – eitt nú, at tað bar til at leggja flotan, um línan stóð so fast í botni, at hon slitnaði. Tí vóru tað helst fleiri, ið væntaðu onkrar ógvusligar samanbrestir og kanska eisini nøkur verkføll í fiskivinnuni, eftir at hann hevði tikið við sum formaður.
Men hóast Jan Højgaard kann taka harðliga til orðanna, tá eitt nú miðlar spyrja um hansara hugsan, so vísti hann skjótt, at hann væl dugir diplomatisku snildirnar og kynstrið at samráða seg til bestu úrslitini.
Verður sáttmálin ikki hildin, er hann tó knívskorin, so onkur mynstringarbann hevur Fiskimannafelagið lýst í hansara formanstíð. Umfatandi verkfall hevur tó ongantíð verið.
Eftir at hava stríðst á sjónum í nógv ár, serliga við línuskipum og útróðrarbátum, noyddi heilsan Jan Højgaard í land um aldamótið. Línufiskiskapur er strævin og slítandi, og var tað ikki minni tá fyri fjórðingsøld síðan. Eftir at frystilínuskipini meira ella minni hava tikið yvir, er fortjenastan tó blivin munandi betri, men tá fiskimannafelagsformaðurin baldist á sjónum var sera langt ímillum tær stóru avrokningarnar, og við nógvum línuskipum kundi vera langt ímillum, at manningarnar so frægt sum fóru upp um minstulønina.
Tá Jan Højgaard bjóðaði av um formanssessin í Fiskimannafelagnum, var hann annars uppilagstur og hevði umskúlað seg til at arbeiða á landi. Hann hevði uppstigað sínar grundleggjandi førleikar á Skúlanum við Áir, gingið á handilsskúla, og arbeiddi sum læraravikarur í Fuglafirði, tá hann stillaði upp.
Men einaferð fiskimaður, altíð fiskimaður, og Jan Højgaard var í parti við teimum veikastu í fiskivinnuni – teimum við tí strævnasta arbeiðslívinum, vánaligastu umstøðunum umborð og teimum ússaligastu inntøkunum.
Samhaldsfesti og ein brennandi hugur at bøta um livikorini hjá teimum, ið tørva tað mest, hevur verið og er drívmegin í virkinum hjá honum sum formaður í Fiskimannafelagnum. Tí er tað heldur ikki bara við reiðararnar, at hann hevur barst fyri betri sømdum og viðuskiftum. Løgting, landsstýri og umsitingin av ymiskum almennum skipanum fáa eisini javnan av grovfíluni. Serliga hevur Jan Højgaard funnist at vánaligu sømdunum, sum fiskimenn hava, gerast teir sjúkir og óarbeiðsførir, og stendur tað til hann, skulu fiskimenn og onnur sjófólk hava neyvt somu sømdir á øllum økjum sum alment sett starvsfólk.
Jan Højgaard hevur ongantíð dult, at hann sum blaðungur hugsaði lítið um at skapa sær eina lívsleið við stórari ábyrgd og at laða varðar eftir seg. Tá var tað tað verðsliga lívið, ið lokkaði mest, men hetta broyttist fullkomiliga tíðliga eftir aldaskiftið, tá hann bleiv andaliga vaktur og fór at sýna størri ábyrgd bæði fyri sær sjálvum og øðrum.
Tað er ikki bara millum fiskimenn, at álitið á Jan Højgaard er stórt. Sum felagsformaður hevur hann sæti í ymiskum nevndum og ráðum, men í 2020 bjóðaði hann seg eisini fram til ein sess, sum onki beinleiðis tilknýti hevur til sjólívið ella Føroya Fiskimannafelag. Tá stillaði hann nevniliga upp til kommunuvalið í Nes Kommunu og bleiv valdur. Hann gjørdi tó av ikki at stilla uppaftur, tá kommunuval aftur var í november í fjør.
Jan Højgaard er eisini familjumaður og øll, sum hava havt sína gongd í Fiskimannafelagnum, hava lagt til merkis hansara stóru umsorgan fyri konuni May og ikki minni dóttrini Mariu.
Til lukku við teim seksti árunum.
Vit á Bryggjubakka