Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gunvá við Keldu hevur tað gott við avgerðini at steðga við politikkinum, men avvísir ikki at stilla upp aftur

Klaksvík er vorðin ein nýmótans býur seinastu 20 árini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.01.2025 - 09:03 Politikkur Tíðindi

Á skrivstovuni hjá Estra í Gøtu er heilt fantastiskt útsýni yvir Gøtuvík. Gunvá við Keldu, stjóri á Estra, er júst givin í politikki, og Norðlýsið hevur sett henni stevnu fyri millum annað at fregnast um, hvat fekk hana at taka ta avgerðina, hvat hon fekk burturúr, og hvat hon tekst við í dag, nú politikkurin í øllum førum fyribils er lagdur afturum.

 

(Grein úr blaðnum)

 

– ”Til seinasta val (kommunuvalið 2020, blðm.) varð úrslitið hjá Fólkaflokkinum sera gott, meðan tað gekk heldur løgið til samgongusamráðingarnar. Vit fingu tó ein nýggjan borgarstjóra, og tað var ein spennandi tíð. Men so merkti eg eisini tað í sambandi við mítt dagliga starv, at tað hevur sampakkað rættiliga illa. Arbeiðsbyrðan bleiv ov stór í báðum størvunum, ikki minst tí eg fekk fleiri forkvinnupostar. Tað tók nógva tíð, og sum árini hava gingið, hevur kommunupolitikkur tikið ein stóran part av mínum arbeiðslívi”, greiðir Gunvá við Keldu frá.

– ”Í 2023 tók eg avgerðina um, at tá inniverandi setan var av, so stillaði eg ikki upp aftur. Tá hevði eg sitið í 20 ár. Tað er bara borgarstjórin sjálvur, sum kann liva av kommununala starvinum, og mítt dagliga starv varð tí høvuðsorsøkin til avgerðina um ikki at stilla upp aftur. Tað er eisini gott, at ung og frísk fólk sleppa framat og ein ávís útskifting er í býráðnum. Eg legði merki til, at sum tíðin gekk, hugsaði eg ov ofta ”gott er, gott er” í kommunupolitikki, og tá er vandi fyri ikki at gera arbeiðið nóg væl. Tí var best at fara frá”, sigur Gunvá.

– ”Man skal ongantíð siga ongantíð, so eg fari ikki at avvísa at stilla upp aftur seinni, men akkurát nú havi eg tað ordiliga gott. Eg tók avgerðina í góðari tíð, fekk fyrireikað meg væl mentalt, og í løtuni haldi eg tað vera deiligt at kunna brúka alla mína tíð til mítt dagliga starv og frítíðarítriv. Men eg vænti, at eg fari at sakna nøkur ting í býráðnum. Bæði starvsfólkini og býráðslimirnar og tey prátini, vit høvdu saman”, sigur nú fyrrverandi býráðslimurin. Men hvat inniber so tað dagliga starvið?

– ”Eg havi høvuðsábyrgdina av Estra saman við Sonju á Líðarenda. Í 2019 gjørdu vit tað, at Grafia og Estra løgdu saman. Estra og Grafia verða koyrd sum tvey ymisk feløg. Annað í Gøtu og hitt í Klaksvík. Sum grafikari/grafonom og bókhaldari eri eg partur av dagliga arbeiðsdegnum á Estra og Grafia, og tað kann til tíðir vera krevjandi. Øll branchan er kroyst, og tað krevur, at vit duga at hugsa nýtt; tað hevur orkan ikki verið nógv til frá mínari síðu, men nú verður kanska betri”, sigur annar stjórin á Estra. Komið varð eisini inn á frítíðarítriv hennara:

– ”Míni frítíðarítriv eru kanska ikki so fjøltáttað, men mær dámar ógvuliga væl at ganga túrar. Eg havi gjørt ov lítið av tí higartil, tí tíðin ikki hevur verið itl tað, men onkur túrur hevur verið saman við øðrum og onkur túrar í fjøllini, mest fyri at reinsa høvdið umframt tað at fáa alla tað frísku luftina vit hava í Føroyum. Og so syngi eg eisini í kórum; har er tað komið fyri, at eg havi verið noydd at melda avboð, og tað gerst rættiliga keðiligt bæði fyri meg og kórini. Eisini vænti eg, at tað verður íðkað meira; sum man eldist, økist tørvurin á tí jú”, sigur Gunvá, áðrenn prátið aftur fer at snúgva seg um Estra:

– ”Vit (Estra, blðm.) eru eitt samansett bureau og prentsmiðja. Vasti, sum eg stovnaði saman við Jastrid S. Gullaksen í 2001, og sum var í Klaksvík, og Estra løgdu saman í 2005. Tá ið eg so tók við sum borgarstjóri í 2009, flutti Vasti til Gøtu. Grafia sum er í Klaksvík, er eitt reklamubureau burturav. Mín uppgáva er at samskipa, taka ímóti ordrum og luttaka í framleiðsluni, og so havi eg eisini bókhaldið hjá bæði Estra og Grafia. Eg havi ábyrgdina av at vera millumlið millum grafisku eindina og prenteindina”, sigur Gunvá við Keldu.

Pápi Gunvá, navnframi Jógvan við Keldu, var borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu í 16 ár umframt at hava sitið á Løgtingi og í Landsstýrinum. Vit spyrja Gunvá, nær hennara egni áhugi fyri politikki birtist:

– ”Eg eri kanska umhvørvisskadd. Longu tá eg gekk í fólkaskúlanum las eg altíð bløðini og dámdi væl at fylgja við. Men eg ætlaði mær ikki nakra politiska karrieru tá. Tá ið babba so gavst í býráðnum í 2004, setti Fólkaflokkurin – serliga Elsebeth Mercedis (Gunnleygsdóttur, tá Hansen, blðm.) – seg í samband við meg. Í Fólkaflokkinum eru kvinnurnar kanska ikki líka so sjónligar sum menninir, og tá hugsaðu tey kanska, at tað hevði verið gott at fingið eina kvinnu á listan. Eg hevði stovnað egna fyritøku í 2001 og var eitt sindur í iva um, at tað fór at hóska saman. Tí tað er hart at byrja eina nýggja fyritøku”, sigur stjórin og heldur fram:

– ”Eg bleiv nokk glað fyri at verða spurd. Av at fólk vóru, sum hildu, at eg egnaði meg til tað. So eg tók av, og eg sat eitt nú í býráðnum saman við Jóhann Lützen. Eg treivst óguvliga væl beinanvegin, og eg slapp inn fyrstu ferð, eg stillaði upp. Eg havi stillað upp 5 ferðir og eri komin inn allar 5 ferðirnar. Eg sat í 12 ár í býráðsmeirilutanum og 8 ár í minniluta. Ein kann kanska siga, at eg arvaði sessin, tí eg hugsi, at eg óivað fekk fleiri atkvøður, sum babba annars hevði fingið”, sigur dóttir Jógvan við Keldu. Víðari sigur hon, at:

– ”Seinni haldi eg, at eg prógvaði meg, og fekk atkvøður fyri mítt arbeiði. Um at sita í minniluta er at siga, at tað er nógv lættari, um man hevur eitt annað dagligt yrki, men tað er rættiliga óinteressant í sær sjálvum at vera í minniluta. Tað er munandi stuttligari at vera partur av meirilutanum, og tú fært meira burturúr politiskt. Hinvegin hava vit eisini dugað væl at arbeiða saman”, leggur fyrrverandi borgarstjórin afturat. Tí:

– ”Tað eru ikki so øgiliga mong mál, sum vit hava verið púrasta ósamd um. Og tað hevur gjørt, at vit hava klárað at ment býin. Frá tí at eg kom inn fyrstu ferð í 2004, er býurin totalt broyttur. Tá sigldi Dúgvan um Leirvíksfjørð, so kom undirsjóvartunnilin í 2006, og eg haldi, at býráðið hevur klárað væl at vera við og gera átøk, sum hava verið veruliga góð fyri býin. Okkurt kundi verið gjørt betur, og okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, men sum heild hevur Klaksvík megnað væl at fylgja við”, sigur hon.

Tað gekk nokkso skjótt fyri Gunvá við Keldu. Hon stillaði upp, varð vald, kom í meiriluta beinanvegin, og síðani gjørdist hon borgarstjóri. Norðlýsið biður hana um at seta orð á hesa tíðina.

”Hetta var tað”, hugsaði Gunvá í 2008

– ”Tann fyrsta setan var nokkso buldralig. Øgiliga mong krøv vórðu sett til kommununa, tá Norðoyatunnilin skuldi koma í 2006. Eg og Fólkaflokkurin komu í meiriluta saman við Tjóðveldi, og tað var ein rímiliga góð samgonga, men vit komu út í eitt satt ódnarveður. Fyrst í 2008 hevði kommunan tað avgjørt ikki gott fíggjarliga. Niðurgongd var í inntøkunum og ov nógvur peningur var brúktur. Hetta var mín fyrsta seta, og í januar í 2008 fór eg úr samgonguni. Eg kendi tað, sum at eg ikki heilt visti hvat gekk fyri seg, og tað kundi eg ikki vera við til. Tá hugsaði eg, at ”Hetta var nokk mín politiska karriera”, sigur Gunvá.

– ”Eg hevði tá sitið í 3 ár í meirilutanum og fór úr, og seinni tað árið var so kommunuval. Eg var fyrireikað uppá at falla á tí valinum, men eg fekk møguleikan aftur frá veljarunum. Eg gjørdi eitt gott val, og gjørdist borgarstjóri í samgonguni millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum hann tá æt. Eg haldi, at tann samgongan riggaði øgiliga væl. Vit fingu steðgað á fíggjarliga og spardu í bæði rakstri og íløgum. Samstundis gjørdi vinnulívið tað, at vend skjótt kom í, og kommunan fótaði sær aftur fíggjarliga”, sigur Gunvá við Keldu.

– ”Í 2012 fingu vit aftur eitt gott val, men tá broyttist samansetingin. Tað gleðiliga var, at Fólkaflokkurin fekk 3 kvinnur og 2 menn vald, men vit endaðu uttanfyri”, sigur hon. (Her kann skoytast uppí, at blaðstjórin á Norðlýsinum var millum teirra, sum komu í meiriluta og tí viðvirkaðu til, at Gunvá og Fólkaflokkurin komu í minniluta, blðm.).

Fyri so at greiða frá yvirskriftini, so sigur Gunvá við Keldu:

– ”Klaksvík sum býur er blivin nógv meira fjøltáttað síðani 2004. Bæði tá tað kemur til vinnulív og íbúðarmynstur, kanska serliga tænastuvinnurnar. Býráðini, sum hava sitið síðani aldarskiftið, hava hildið – og tað eri eg ómetaliga glað fyri – , at arbeiðið, sum er gjørt í sambandi við miðbýin, er ógvuliga gott, og skiftandi býráðini hava hildið fast um tað. Lunnar blivu lagdir tá, og tað hevur gjørt, at Klaksvík hevur kunnað ment seg so nógv, bæði við íbúðum, handlum, tænastuvinnum og avleiddum vinnum”, sigur Gunvá og leggur afturat:

– ”Klaksvík er eisini blivin nógv meira fjøltáttað sum kommuna. Kommunan fevnir nú eisini um Kalsoynna og Svínoynna, plagi at siga at Klaksvíkar Kommuna er ein býur, tríggjar oyggjar og sjey bygdir. Vit fáa nú veruliga verið við og bjóðað okkum fram. Ikki minst er eitt spildurnýtt hotell á veg, sum saman við longu kenda mentanarhúsinum Varpinum, ger Klaksvík til ein nútímans bý, men vit mugu sanniliga eisini hugsa um tey smærru plássini í kommununi, sigur Gunvá við Keldu at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyamál lýsir búmerkjakapping
Hedvig nýggjur aðalskrivari í Barnabata
Tilbúgingar­nevndin fyri SKS hevur skipað…
KÍ hevur avlýst túrin til Vágs
KÍ má menna partin í spæli
Richard I. Isaksen verður 90 ár leygarda…
Nýggi barna­leiku­rin “Hevur tú sæð Carmen…
Kyndilsmessudansur í Haralssundi
Jákup B. Andreasen vitjar Norðlýsið
Posta fokuserar virksemið
Atlantic Airways heldur avtaluna
Frost ávirkar KÍ-fyrireikingarnar
Team Klaksvík á heimavølli í kvøld
Klaksvík er vorðin ein nýmótans býur sei…
Nýggja býráðið hevur sín fyrsta almenna…
Eitt gott fólk – og treiskur sum eitt ro…
Fimleika­felagið: - Vit hava ov vánaligar…
Rodmund: - Borg heldur fram í Klaksvík
Petra: - Vóni at síggja nógv fólk leygar…
Framvegis stór tilgongd av lærlingum í 2…