Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ má menna partin í spæli

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.01.2025 - 16:06 Ítrottur Tíðindi

(Grein úr Norðlýsinum) Á nógvum økjum skulu vit minst fýra ár aftur fyri at finna eins vánalig hagtøl fyri skorað mál ella mál ímóti hjá KÍ, um samanborið verður við 2024.

Fyrireikingarnar til nýtt kappingarár eru í gongd, og mánakvøldið 6. januar byrjaði KÍ sínar felagsvenjingar. Síðani hevur liðið vant hvønn dag uttan sunnudag, har leikarar sum bara spæla fótbólt eisini hava vant tveir dagar um vikuna fyrrapart afturat.

 


Fyrsta uppstillingin hjá Magnusi Powell

Fyrsti venjingardysturin hjá Magnusi Powell var á heimavølli móti NSÍ. Dysturin endaði 1-1. KÍ var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, tá KÍ eisini kom á odda eftir hornasparksstøðu, har endin var, at Odmar Færø var málskjútti.

KÍ spældi í eini 4-2-3-1 leikskipan. Uppstillingin var hendan:

Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Robert Williams – René S. Joensen, Hallur Hansson, Patrik Johannesen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk. Í hálvleikinum komu hesir inn: Gastón Tellechea, Martin Rodrigo Gonzalez, Ahmed Latif og Børge Petersen inn. Seinni komu hesir: Tobias Giusti, Dávid B. Andreasen, Pætur Petersen og Claes Kronberg inn.

KÍ hevur sostatt ein sera breiðan hóp í løtuni, tí hendan dagin vóru Jákup B. Andreasen, Mads Boe Mikkelsen, Jonn Johannessen, Joseph Michael Williams og Adam Ben Lamin ikki við umframt, at ein nýggjur málverji afturat væntast at koma í hópin áðrenn kappingarbyrjan.

 


KÍ verður favorittur

Hóast vit eru í januar, so er nógv sum bendur á, at millum flestu viðmerkjarar fer KÍ at verða favorittur at vinna FM eins og KÍ var í 2020, 2021, 2022 og 2023. Í 2024 var KÍ kanska størsti favoritturin, men tá vóru á summum pallum nærum eins nógv, sum tippaðu Víking at enda ovast. Vit hava bæði hoyrt og sæð fleiri viðmerkjarar sagt, at teir longu nú kunnu staðfesta, at teir hava KÍ sum størsta favorittin. Tað kann verða ein fyrimunur og ein vansi. Tað hjálpir kanska verandi meistarum úr Víkingi at sleppa undan trýsti, tí Víkingur vann FM í 2024 í stórum stíli og hava, tá hendan greinin fór til prentingar, ikki mist nakað nevnivert av teimum leikarunum, sum spældu nógv undir væl kenda og samanspælda konseptinum hjá Jóhan Petur Poulsen. Víkingur fekk 73 stig í 2024 og megnar liðið at fáa áleið tað sama, so skal KÍ avrika sera væl fyri at enda frammanfyri. Og tá skal havast í huga, at KÍ vann innanhýsis uppgerðina móti Víkingi við seks stigum móti trimum, so tað var ikki í innanhýsis dystum, at KÍ tapti meistaraheitið.

 


Mugu betra seg í spæli

Vit hava hugt eftir málunum í spæli og uppá deyðbóltsstøður hjá KÍ aftur til og við 2015. Og har sást, at 2024 var eitt ár við stórari afturgongd. Vit skulu aftur til 2019 fyri at finna eitt ár við færri málum í spæli og aftur til 2016 fyri at finna eitt ár við so nógvum málum ímóti í spæli. Í málum uppá deyðbóltsstøður skulu vit aftur til 2018 fyri at finna eitt ár við færri málum og í málum ímóti uppá deyðbóltsstøður skulu vit aftur til 2020 fyri at finna fleiri mál ímóti.

KÍ var hóast hetta besta liðið til at skorað mál uppá deyðbóltsstøður í 2024, men í hinum trimum lá liðið á 3-4. plássi, har liðið tey síðstu árini annars næstan altíð hevur ligið fremst.

 

 

Venjingardystir

KÍ hevur avtalað hesar venjingardystir:

18.01: KÍ-NSÍ

25.01: 07 Vestur-KÍ

01.02: FC Suðuroy-KÍ

05.02: KÍ-Víkingur

08.02: KÍ-EB/Streymur

15.02: Dystur í endaumfari

01.03: KÍ-NSÍ

 


KÍ hevur ikki mist nógv málstig

Hyggja vit eftir, hvussu nógv málstig topp 5 liðini hava mist, so hevur KÍ ikki mist lutfalsliga nógv. B36 og HB hava mist nógv mest, meðan Víkingur, KÍ og NSÍ hava mist áleið eins nógv. Tó kann hetta broytast fram til kappingarbyrjan, um liðini missa fleiri leikarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…