Føroyamál lýsir búmerkjakapping
Ert tú skapandi og dugir at tekna? So er møguleiki at luttaka og vinna eina búmerkjakapping. Felagið Føroyamál lýsir nú til búmerkjakapping.
Føroyamál er eitt áhugafelag, sum hevur til endamáls at gagna lærugreinini føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur. Felagið skipar fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum og kjaki um lærugreinina og føroyskt mál. Felagið vil somuleiðis elva til samstarv í millum lærarar í føroyskum, í millum fólk, ið hava áhuga fyri og starvast við móðurmálinum á ymsan hátt. Felagið er limur í Nordspråk og samstarvar við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum.
Hevur tú hug og hegni, so sendir tú okkum eitt uppskot við telduposti foroyamal@skulin.fo, ella í brævjálva til: Stoksoyravegur 7, Klaksvík (viðmerk: Búmerkjakapping).
Nøkur ráð
Eitt búmerki eigur ikki at fatast sum ein nágreinilig mynd, men ein grafisk lýsing, har litir eru flatir og heilir og ikki nerta hvør annan. Eitt gott búmerki hevur ikki ov nógvar smámunir.
Treytir
• Tú kanst annaðhvørt tekna tað við hond, ella við teldu
• Tað er einki aldursmark fyri at luttaka
• Vit tilskila okkum rætt til at reintekna ella laga vinnandi búmerkið til, ella einki at brúka
• Hvør luttakari kann senda í mesta lagi tvey uppskot inn
• Vit hugsa okkum eitt einfalt ikon, sum er sermerkt, eyðkent og sum kann umboða okkum
• Uppskotið kann latast inn sum pdf, jpg, ella png
Vinningur
Vinningurin er 5000,-
Dómsnevnd
At velja ímillum innkomin uppskot er dómsnevnd sett við umboðum úr nevndini og einum uttanhýsis yrkisgrafikara.
Freist at lata inn
Freistin at lata inn er fríggjadagin 21. februar 2025, kl. 12.00.
Uppskot skulu sendast til foroyamal@skulin.fo, ella til: Stoksoyravegur 7, Klaksvík (viðmerk: Búmerkjakapping).
Vinnari kunngjørdur
Vinnarin verður almannakunngjørdur á móðurmálsdegnum, týsdagin 25. mars 2025 á tiltaki hjá felagnum og eisini á facebook.com/Foroyamal.