Lýsing
Lýsing
Lýsing
Poul Andreasen, Eiðis-Pól. Hann var kokkur við Neptunus ella Eiðisjaktini, sum hon varð kallað | Mynd: Tjóðsavnið

Neptunus (Eiðisjaktin)

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  31.01.2025 - 12:07 Tíðindi Vinna

Í 1847 keyptu eiðismenn jaktina Neptunus, 18 tons, úr Keypmannahavn. Danskur skipari førdi hana til Føroya sama heystið.

 

 

Umborð var eitt sindur av vøru til egna nýtslu umframt 150 tunnur av korni til einahandilin. Tá ið farmurin var skipaður upp, løgdu teir hana í vetrarlegu nær Grønhólmi við Streymnes.

Komandi árini var jaktin stundum til fiskiskap, stundum í farmasigling, men at fáa endarnar at røkka saman var ikki lætt.

12. juni 1850 lá leiðin úr Føroyum til Hull í Bretlandi við fullum farmi av hvala- og kríatúrabeinum. Sum skilst, knústu bretar beinini og mólu tey til pulvur at taða jørðina við.

Skipari var Petur Hans Sigvardsen frá Gjógv, kokkur Poul Andreasen, Eiðis-Pól, og matrósar Hans Jákup Joensen og Christian Jóhannes Joensen, báðir av Eiði.

Úr Hull lá leiðin til Keypmannahavnar umvegis Altona og Hamburg. Teir vóru aftur á Havnini 3. desember 1850.

Í 1852 varð roynt at selja jaktina, men nøktandi boð fekst ikki. Avgjørt varð tí at selja hana í Danmark. Við fyrsta várskipinum árið eftir komu menn at sigla hana til Keypmannahavnar. Har varð hon seld fyri 665 ríkisbankadalar, og tá ið allar útreiðslur av ferðini vóru goldnar, vóru 120 ríkisbankadalar eftir.

Petur Hans Sigvardsen, f. við Gjógv í 1815, fór ungur út at sigla, tók stýrimansprógv í Altona í Holsteini, og eftir at Eiðisjaktin var farin av landinum, fór hann aftur út at sigla.

Hann førdi donsk skip og sigldi síðani við bretskum eysturindiafarum. Konu fann hann sær í Bretlandi, og upplagstur flutti hann til Keypmannahavnar við konu og børnum. Hann doyði í 1890 ella 1891.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…