Lýsing
Lýsing
Lýsing

GLOYMSK – MEN (ikki) GLOYMD?

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  01.02.2025 - 06:09 Politikkur Tíðindaskriv

“...tað sita fólk um alt okkara land, sum eru í so meiningsleysari støðu og púrasta í neyð og vita ikki síni livandi ráð.” Soleiðis segði ein avvarðandi at einum demenssjúkum við meg í hesi vikuni. Hóast støðan á demensøkinum samanumtikið er batnað, er tað øgiliga hugstoytt at hoyra um fólk í okkara samfelagi, sum framvegis hava svárar umstøður. Tað sigur Bárður á Lakjuni, tingmaður.

 

 

 

Nú eru 10 ár liðin, síðani demensætlanin undir heitinum “Gloymsk – men ikki gloymd” varð løgd fram, og 13 ár eru liðin, síðani álitið varð skrivað. Tó, so sær støðan framvegis út til at vera ómetaliga trupul og avbjóðandi hjá ikki so fáum, og av teimum mongu tilmælunum í demensætlanini eru bert fá sett í verk.

Ein avvarðandi sigur soleiðis:

 

“Er tað í lagi, at fólk, sum hevur havt demens í nógv ár, og sum hevur havt tørv á bráðfeingis búplássi í nógv ár, og hvørs hjúnafelagi hevur brúkt alla orku og ikki megnar longur at røkta viðkomandi, ikki fær búpláss, tí viðkomandi er undir 67 ár?”

 

Og, nei, nikka vit allarhelst øll og siga, at tað er als ikki í lagi.

 

Tó, so sýnist vera sera torført at finna eina loysn á slíkum málum, tí trupulleikin er hvørki nýggjur ella ókendur. Men hóast tað, at ljós viðhvørt verður varpað á tungu lagnurnar, so hendir eingin stórvegis broyting – og sannlíkt síggja vit bara toppin av ísfjallinum.

 

Sum ein segði við meg: “Vit hoyra alt ov lítið um hesar sorgarleikirnar í miðlunum, men veruleikin er tann, at tað sita fólk um alt okkara land, sum eru í so meiningsleysari støðu og púrasta í neyð og vita ikki síni livandi ráð. Tey vita ikki, hvat tey skulu gera, tí fakkunnleikin, sum átti at tikið sær av hesum fólkunum, ikki traðkar til, tí lógirnar siga ikki greitt, hvør eigur at hjálpa hesum fólkum.”

 

HAVA POLITIKARAR GLOYMT DEMENSØKIÐ?

Henda yvirskrift stóð at lesa í november 2024 á ymsum miðlum. Tað var Alzheimerfelagið, sum royndi at gera vart við støðuna á demensøkinum, nú kommunuval var í hondum. Í skrivinum ger felagið vart við, at tað verður gjørdur stórur mismunur á fólki við demenssjúku, tí umstøðurnar eru so ymiskar kring landið.

 

Felagið skrivar, at tað var ein stórur feilur, tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015, at politiska skipanin valdi at býta demensøkið sundur millum fleiri myndugleikar og geirar við grundarlagi í aldri hjá borgaranum. Henda avgerðin vísir seg at hava stórar neiligar fylgjur – serliga fyri tey yngru við demenssjúku. Og – sigur Alzheimerfelagið víðari – hóast bæði lands- og kommunupolitikkarar siga seg kenna til syndarligu støðuna, so er eingin, sum veruliga ger nakað við tað.

 

Tá eldraøkið varð lagt út kommunurnar í 2015, fekk kommunali geirin ábyrgdina av teimum borgarum, sum eru 67 ár og eldri, meðan landið eigur ábyrgdina av teimum, sum eru 18-66 ár. Ein avgerð, sum ikki hevur gagnað teimum, ið eru yngri enn 67 við demenssjúku. Tey eru at síggja til veruliga gloymd – um ikki í orðum, so í hvussu er í verki. Tað sýnist snøgt sagt sum um, at Almannaverkið ikki megnar hesa uppgávu. Støðan er púra óvirðilig bæði hjá tí demenssjúka og teimum avvarðandi.

 

VIT MUGU MINNAST TIL IKKI AT GLOYMA

Vit liva í einum samhaldsføstum vælferðarsamfelagi, og sum borgarligur haldi eg, at vit lata kanska ov nógv upp í hendurnar á tí almenna, stovnum og kommunum. Men tá tað kemur til hetta økið og avbjóðingarnar hjá demenssjúkum undir 67 ár og avvarðandi teirra, ja, so er eingin ivi í míni sál, at her eiga vit at lyfta í felag og tryggja hesum borgarum okkara virðilig og góð kor. Hetta er kjarnuvælferð.

 

“Eingin kennir mein í annans bein” verður sagt, men tað er tó rættiliga vist, at flest allir politikkarar eru kunnugir við støðuna og sikkurt eisini samdir um, at okkurt eigur at verða gjørt. Men nú er tíðin komin til í verki at minnast til ikki at gloyma hesi menniskju. Faktiskt er tíðin langt síðani bæði komin og farin, farin og komin aftur til veruliga at gera nakað munagott. Fyrst og fremst eigur at verða gjørt púra greitt í lógini, hvør ið eigur ábyrgdina av at veita hesum borgarum bestu tænastu og trygd, so teir ikki gerast kastibløkur millum skipanir.

 

Demensætlanin fyri Føroyar kom í 2015. Hon fyllir 10 ár í ár. Sannast má – sum so mangan – at ein ætlan ger einki einsamøll. Tað skal ein vilji til at seta hana í verk. Vónandi finst í minsta lagi ein vilji millum lands- og kommunupolitikarar í 2025 at raðfesta tey demenssjúku undir 67 ár og avvarðandi teirra,  avvarðandi, sum m.a. lýsa sváru støðu sína soleiðis: 

“Vit hava so ræðuliga trupult við at skilja, at menniskju, sum frammanundan eru í so svárari støðu, eisini skulu fáa skipanir at stríðast við. Tey, sum eru í sovorðnari støðu, hava ikki orku til at stríðast meira, enn tey longu gera í dagligdegnum.”

 

Bárður á Lakjuni, tingmaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársins leiðarar 2025 kosnir og Herðaklap…
Nám harmast um samskiftið viðvíkj­andi mi…
Krígsavbjóðing frá SEV
Nýggj nevnd í Huxa
Skoyta í regninum
Hvør skal fáa lesaravirðisløn­ina í ár?
Epli og røtur av Sandi
Nótaflotin nógv endur­nýggjaður
Dodo & The Dodo’s  á Norð Festivalin
GLOYMSK – MEN (ikki) GLOYMD?
So er Dimmalætting aftur á gøtuni
Bára fekk herðaklapp á Leiðara­degnum
Forpremiera av Carmen í Varpinum
151 lið meldaði til Silva Cup
Samrøða við Julian Gregersen
- Vit skulu vinna FM
KÍ a vann 1-0 á KÍ b
Netálopið kostaði 4,8 mió krónur
Neptunus (Eiðisjaktin)
Hans Poulsen 95 ár