Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nótaflotin nógv endurnýggjaður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.02.2025 - 10:02 Tíðindi Vinna

Seinastu trý árini eru trý nýggj skip komin í nótaflotan

 

Reiðaríini í Felagnum Nótaskip hava seinastu árini veruliga sett ferð á at endurnýggja flotan. Hetta er bæði gjørt við at byggja spildurnýggj skip og at skifta eldri skip út við nýggjari skip.

 

Trý nýggj skip

Seinnapartin í gjár var móttøka í Fuglafirði fyri nýggja Høgabergi, sum Sp/F Framherji hevur latið byggjað. Høgaberg er triði nýbygningur, sum er komin í nótaflotan seinastu trý árini. P/F Christian í Grótinum bygdi eitt nýtt uppsjóvarskip, sum kom til landið á vári 2022, meðan P/F Krossbrekka lat Finn Fríða byggja, sum kom til landið í fjør.

Aðalmálið við nýggju og stóru íløgunum hevur verið at fáa eina hægri góðsku, lægri útlát og betri lønsemi.

 

Gildistíðin avgerandi

Ein høvuðsorsøk til, at reiðaríini í Felagnum Nótaskip hava gjørt so stórar íløgur í at endurnýggja flotan seinastu árini, er, at viðurskiftini í fiskivinnuni hava verið trygg og at gildistíðin á loyvunum higartil hevur verið 12 ár.

 

Lægri miðalaldur

Fagraberg, sum bleiv bygdur í 1999, er í løtuni elsta skipið í uppsjóvarflotanum. Næsta ár, í 2026, verður Fagraberg skiftur út við eitt nýggjarí skip – eitt skip frá 2018.

Miðalaldurin hjá teimum sjey skipunum, ið tey trý reiðaríini í Nótaskipum eiga, verður tá átta ár.

 

Fakta: Skipini í Felagnum Nótaskip

  • Høgaberg 2025
  • Finnur Fríði 2024
  • Christian í Grótinum 2022
  • Gøtunes 2016
  • Norðborg 2008
  • Tróndur í Gøtu 2003
  • Fagraberg 1999 – komandi skipið frá 2018
     

Mynd: Karstensens Skibsværft A/S

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…