Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat við Skandinaviskari ella Norðuratlantiskari Unión?

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen, býráðslimur  |  02.02.2025 - 21:01 Politikkur Tíðindaskriv

Stórpolitisku viðurskiftini broytast í løtuni, og londini í Skandinavia kunnu fáa ein heilt nýggjan og leiðandi leiklut í Evropasamstarvinum. Tí seti eg spurningin; er eitt Skandinaviskt ella Norðuratlantiskt samveldi eitt alternativ til ríkisfelagsskapin og ES?

 

 

Trump hevur víst áhuga í at leggja Grønland undir USA, og hetta hevði borið við sær, at mørkini ímillum USA og Russland í arktiska økinum høvdu nærkast munandi. Hesa seinastu tíðina hevur hetta eisini ført til kjak her heima, har allir flokkar tykjast samdir um størri føroyskt sjálvræði. Men vit mugu eisini spyrja okkum sjálvi, hvat tað er fyri ein framtíð, vit ynskja?

Um ríkisfelagsskapurin viknar ella upploysist, og um Trump megnar at leggja Grønland undir seg, sum ber við sær, at landamørkini ímillum USA og Russland nærkast hvørjum øðrum inni í skandinaviska økinum, fær hetta allarhelst avleiðingar, ið vit enn ikki duga at ímynda okkum.

Norðurlond liggja strategiskt millum tveir stórveldisrivalar. Tað er tí neyðugt, at norðurlondini standa saman sum ein geopolitiskur blokkur, heldur enn hvør í sínum lagi at vera treytað av ES og NATO í øllum viðurskiftum.

Longu í oktober 2023 skrivar kendi franski búskaparfrøðingurin Jean Haëntjens1, um møguleikan hjá londunum í Norður­evropa at stovna eitt samveldi, ið ger tey før fyri at taka ein leiðandi leiklut í Evropa. Sjálv las eg um sama evni á Reuters longu áðrenn Brexit, og á quroa (kjakforum) verður dúgliga kjakast um hetta2.

 

Sterkari skandinavisk rødd

Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland hava nógv til felags. Mentunarliga líkjast tey meira hvørjum øðrum enn ES-londini. Eisini hava tey eina sterka fólkaræðisliga siðvenju, sum er undir trýsti í nógvum øðrum pørtum av heiminum. Búskaparliga eru norðurlond millum sterkastu lond í Evropa, við høgum BTÚ og lágum arbeiðsloysi. Tó verða tey javnan undirmett av leiðsluni (Týsklandi og Frankaríki) í ES-samstarvinum. Eitt Skandinavisk samveldi kundi tryggjað, at Norðurlond fingu ein leiðandi leiklut í Evropa og ikki bara gjørdust smáir brúkarar av ES-reglunum. Hetta hevði verðið eitt sterkt, sjálvstøðugt norðurlendskt samstarv, sum tryggjaði norðurlondum eina sterka rødd í heiminum. Hetta samstarvið kundi fevnt um bæði Danmark, Norra, Svørríki, Finnland, Ísland og møguliga eisini Ongland, har Grønland, Føroyar og kanska eisini Áland gjørdust sjálvstøðug lond í samstarvinum.

Tað tykist í øllum førum meira freistandi enn at gerast enn eitt lítið ES-land, sum bert má fylgja lógum og reglum frá Brússel.

 

Møguleikar fyri Skandinaviskum ella Norðuratlantiskari samveldi

Ístaðin fyri bara at velja millum ES og loysing frá Danmark, burdu vit kannað fleiri møguleikar. Møguleikarnir kundu verið hesir:

  • Skandinaviskt samveldi (Føroyar, Danmark, Svøríki, Norra, Finnland, Ísland og Grønland)
  • Norðuratlantisk samveldi (Føroyar, Grønland, Ísland, Norra og Ongland)
  • Eitt sjálvstøðugt samstarv millum Føroyar og Ongland, við møguleika fyri eini sterkari handilsavtalu.

 

1 https://www.futuribles.com/en/scenario-lunion-nordique-acteur-central-de-lunion-europeenne/

2 https://www.quora.com/What-if-Northern-Europe-and-Southern-Europe-both-had-their-own-unions-rather-than-The-EU-For-example-the-North-could-consist-of-countries-like-Iceland-Norway-Ireland-Denmark-Sweden-Finland-etc-and-the-South-could-be

 

 

Sylvia Thomsen, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu fyri Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…