Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Smæran hevur í mong ár verið væl við á Torradøgunum | Mynd: Dávur Winther

Torradagar í Smæruni

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  04.02.2025 - 14:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Smæran hevur í mong ár verið væl við á Torradøgunum – Dyrnar á víðan vegg, har tað eisini verður boðin ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið – omaná eina góða frásøgn.

Týsdagin 18. februar kl. 16.00 greiðir Uni Arge frá úr bókum sínum ”Veðursjúka I og II”

Greitt verður m.a. frá um, at vit stundum gerast veðursjúk, og at nú sigst veðrið eisini sjálvt at vera vorðið sjúkt – onkur heldur so sjúkt, at tað hóttir klótuna.

Hvussu navigerar einstaklingurin í tí hesum veðurlagnum? Hetta mala bøkurnar rundanum - við speisemi, sorgblídni og skemti.

Allir føroyingar eru áhugagaðir í veðrinum, so tó at teir ikki beinleiðir ERU veðursjúkir, so kunnu fleiri ávirkast av veðrinum – eisini við atliti til sjógvin og sjálvandi egið húsarhald annars.

Útgangsstøðið er Føroyar og føroyingurin - í nútíð og søgu.

Kaffi er eisini á kannuni

Mikudagin 19. februar kl. 16.00 greiðir Andrass Henriksen úr Sørvági frá norska skipinum Silvu, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga.

Hetta verður gjørt bæði við orðum og myndum. Eisini letur hann pápa sín, Jóhannes Henriksen, sála, sum sigldi við Silvu, greiða frá á video, um ta ferðina, teir vóru bumbaðir á vágni í Klaksvík. 

Kaffi er eisini á kannuni og gott prát

Hósdagin 20. februar kl. 16.00  Poul Sivar greiðir frá uppvøkstri sínum í Svínoy og um ferðir á fiskileið á Flemmish Kap.

Í Svínoy sleit Poul Sivar sínar barnaskógvar – Hann er føddur í 1955. Tá hann fór í skúla vóru tveir klassar, eldri og yngri klassi. Í eldra klassa vóru 16 børn, 8 gentur og 8 dreingir. Tað vóru nakað væl minni av børnum í yngra klassa. Karl var lærari.

Har var vítt um at fara og var øll bygdin eitt stórt spælipláss – fjøran, bøurin, hagin og onkuntíð flutu teir eisini.

Tá ið skúlin var liðugur, fór Poul Sivar til skips 17 ára gamal tað var við Jógvan S. og lá leiðin til Ísland, á Jøklagrunnin.

Fyrstu ferð hann var á Flemish Kap var 17. mars 1973 við Jógvan S. Skipari var Leivur Zachariassen. Tá hann verið tríggjar isfiskatúrar fammanundan.

Poul Sivar hevur verið heili 12 saltfiskatúrar á Flemmish Kap. Frásøgumaður er hann góður, so okkurt áhugavert og skemtiligt verður helst á skrá.

Kaffi er eisini á kannuni og gott prát afturvið!

Evsta mark fyri at fáa tiltøk á Torraskránna er komandi fríggjadag 7. februar á miðdegi.

Torradagar í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nakkur hevði góð 5.300 pund
Konfirmantar heystið 2025
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Er bilurin klárur til veturin?
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Lýsing