Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðbjørg Ellendersen

Januar 2025

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  05.02.2025 - 08:03 Tíðindi Veðrið

Nú er januar 2025 farin um bak, og hvussu royndist hann til veður? Soleiðis sum há- og lágtrýst breiddu seg, kunnu vit býta mánaðin í trý – 10 dagar í hvønn triðing.

Fyrst 10 dagarnar av mánaðinum var eitt støðugt høgættarrák móti Føroyum við kava ella ælaveðri. Hátrýstið yvir Grønlandi stóð mestsum í stað alla tíðina og viknaði ikki, og lágtrýstini stóðu yvir Noregi og Svørríki.

Mynd av kavanum við Toftavatn – tikin 6. januar. Luftin, sum rak ímóti Føroyum var óstøðug, og løturnar vóru mangan skiftandi við ælaveðri og sólglottum. Myndatakari: Miriam Lamhauge.

Lágtrýstini, sum komu vestan úr havi, gingu eystureftir ímóti sunnara parti av Bretlandi og Fraklandi. Haðani gingu tey ímóti Noregi. Fyrsta triðing av januar komu einki lágtrýst serliga nær Føroyum. Eingin ódn ella stormur, men onkur dagur upp í skrið.

Nólsoyarfjørður og eystureftir – 14. januar. Lýtt og slavi luftrák langt sunnan úr havi. Í hesum luftrákinum var luftin støðug og kendist tung. Næstan ikki dagurin uttan ælaveður í øðrum triðingi av januar í ár. Myndatakari: Birgir Waag Høgnesen.

Í øðrum triðingi mentist eitt hátrýst yvir Evropa, og lágtrýstini fóru at ganga av leiðunum við eysturstrondina í USA í landnyrðing millum Grønland og Føroyar. Luftin í øðrum triðingi hevði uppruna í miðjum Norðuratlantshavi.

Veðrið í Føroyu varð tí skiftandi, har sum lýggj luft – ofta við regni – rak ímóti Føroyum sunnaneftir ella av útsynningi, meðan lágtrýstini gingu ímóti Føroyum. Einki lágtrýst fór norðurvið vestanfyri, uttan at brúgvaløgini komu yvir okkum. Tá ið lágtrýstini vóru farin norðurum, var aftur kalt høgættarrák. Yvirhøvur var vindurin ikki nógvur, men viðhvørt var skrið – og eitt lágtrýst var djúpt og hevði storm við sær.

Suður ígjøgnum Hestfjørð og Skopunarfjørð – tikin 23. januar. Skiftandi luftrák í síðst triðingi av januar. Hendan morgunin var eitt veikt brúgvalag just farið norðurum, og luftin í eystalotinum var klár. Myndatakari: Malena Klemmentsen.

Í síðsta triðingi viknaði hátrýstið yvir Evropa, og lágtrýstini fóru at ganga eystur um hav ímóti Írlandi og Bretlandi. Okkurt av teimum var sera djúpt við ódnarveðri. Tey gjørdu tað ringasta av sær í Írlandi og Skotlandi – har var fleiri ferðir ódnarveður og nógv regn. Í Føroyum var yvirhøvur skiftandi veður millum kølið høgættarrák og lýggjari og slavnari lágættarrák.

Vindmáting í Havn í januar í ár. Vindmátarin riggaði ikki, sum hann skuldi, eina løtu 13. og 14. januar. 17. januar var illveður. Miðalvindurin var 29,6 m/s; harðasta hvirla 43,7 m/s. Kelda: Veðurstova Føroya.

Hitamáting er gjørd í Havn síðan 1873. Mesti miðalhiti fyri januar var í 1947, 5,5 stig. Nógv tann kaldasti januar mánaði var í 1918, -1,2 stig. Flestu ferð hesi 152 árini hevur miðalhitin ligið ímillum 3 og 4 stig.

Hitamáting í Havn í januar í ár. Miðalhitin var 3,4 stig. Mesti hiti var 11,5 stig; minsti hiti -5,2 stig. Kelda: Veðurstova Føroya.

Gevið gætur, at miðaltalið fyri ein mánað ikki serliga væl vísir t.d. eina serliga kalda nátt við kuldameti o.s.fr. Hugsa vit um januar 1918, so hevur tað verið sera kalt nógvar dagar, fyri at miðalhitin fyri allan mánaðin er heilt niðri á -1,2 stigi.

Tað regnaði 162 mm allan januar mánað. Hetta er sum fyri miðal januar mánað tey seinastu 30 árini (1995 – 2025). Turrasti januar mánaði síðan 1873 var í 1991. Tá regnaði bert 14,8 mm. Í 2020 fullu heilir 325 mm av regni niður við mátistøðina í Havn, og tað er metið síðan 1873.

Regnmáting í Havn í januar í ár. Samlaða avfalsmongdin var 162 mm. Fyrsta triðing av mánaðinum var bert lítið avfall, meginparturin kavi. Í øðrum triðingi var væl meira avfall, næstan alt regn. Í seinasta triðingi va avfalli eitt bland av regni og kava. Kelda: Veðurstova Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Januar 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu…
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…