Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin stillar upp ímóti formanninum í Føroya Handverkarafelag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.02.2025 - 11:44 Tíðindi Vinna

Einki mótvalevni stillar upp til formansvalið í Føroya Handverkarafelag, sum verður á aðalfundinum í vár. Freistin at stilla upp til formann var 1. februar, og sostatt heldur formaðurin, Suni Simonsen fram enn eitt fýra ára skeið.

 

Suni er føddur í 1959 í Sandavági. Hann lærdi til bilmekanikara, og tá ið hann var avlærdur, fekk hann arbeiði í Vestmanna og hevur búð har síðan.

Suni Simonsen var valdur í stjórnina fyri Føroya Handverkarafelag longu í 1990.

Á aðalfundinum 1996 varð hann valdur til næstformann í starvsnevndini. Hetta var tá ið Høgni Højgaard var formaður. Suni Simonsen hevur verið næstformaður í starvsnevndini øll árini, líka til hann í 2011 stillaði upp ímóti sitandi formanni Henry Olsen og varð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag. Suni Simonsen segði tá beinanvegin frá sær vanliga starvið hann hevði og fór at virka sum formaður í felagnum burturav. Og hann hevur verið formaður líka síðan.

Suni Simonsen hevur seinastu áleið 30 árini verið við til allar samráðingar, sum Føroya Handverkarafelag hevur havt við Føroya Handverksmeistarafelag, Kommunufelagið og Landsstýrið. Eitt skifti royndi hann at fáa skipað so fyri, at handverkarafeløgini og arbeiðarafeløgini skuldu fara til samráðingar við felags samráðingarnevnd fyri at standa sterkari, men henda royndin gav ikki úrslit.

Suni Simonsen hevur luttikið nógv í uttanlanda samstarvi. Hann hevur verið limur í Yrkisútbúgvingarráðnum og er sum er limur í Yrkisnevndini.

Føroya Handverkarafelag er meginfelag, og sjey handverkarafeløg kring landið eru í løtuni limir í felagnum. Tey eru Fuglafjarðar Handverkarafelag, Føroya Flogteknikarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag og Vestmanna Handverkarafelag. Íalt eru umleið 1.200 limir í Føroya Handverkarafelag.

Í løtuni er starvsstjórnin mannað við Suna Simonsen, formaður, Jóhan Hansen, næstformaður og Heina Heinesen.
Føroya Handverkarafelag er partur av P/f Fakfelag, sum saman Ognarfelagnum Lív eigur Tryggingarfelagið Lív.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…
Lærarastovan: Kvæðamentan, kvøðing og fø…
Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Und…
Talgild Refleksjón fyri sjúkrarøktarfrøð…
Páll, Benjamin og Eirikur vitja Norðlýsi…
Tekniski Skúlin er opin í kvøld
Leiðslan á Lands­sjúkra­húsi­num: Øll skulu…
Yrkinga­savnið Rák er givið út
Kjakið um Suðuroyar­tunnilin
Herborg við nýggjum lagi
Blátt Gras við nýggjari fløgu
Veiðan eftir svartfugli er burðadygg
Eldrahugni í Betesda
Video: Elddópu­rin við Tjarnir endaði við…
Øssur Kjølbro, sóknarprestur helt røðuna…
Dómarastøði í Føroyum er høgt
Samrøða við Klaksvíkar Billiard­felag
Samrøða við Rannvá Langaard
Samrøða við Finnbjørn Vang