Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sang- og hugnaløta í VARPINUM

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  18.02.2025 - 08:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

17 sangarar og SUÐ - tvey kend og væl uppløgd kór fara at framføra á Torradøgunum. Við er eisini dugnaligi pianisturin, Pætur við Keldu, og vit sleppa eisini at hoyra flyglið spæla ”Spirio-stykki”.

Hugnaløtan, har tú knst syngja við, er týskvøldið 18. februar kl. 19:30 í Varpinum.

Tó at vit enn eru nakað tíðliga á árinum í mun til venjingar, hava vit møguleika at hoyra tvey dugnalig kór og kendan pianist. Eisini verður felagssangur, har tú sleppur at syngja við, eins og onkrar frágreiðingar um sangirnar og stuttar søgur verða sagdar.

Brot úr skránni, har eisini er talan um felagssang:

Land mítt har grasið í líðum grør – felagssangur
Tú gakk tær fram við ánni –17 Sangarar
Upp um hamrar – 17 Sangarar
Flygil-SPIRIO
Langt burt frá øðrum londum – felagssangur
SUÐ syngur nøkur løg
Pætur spælir nakað á flyglið 

Nógv annað gott er á skránni

Suð varð stovnað av Steinvør Fonn í 2002. Tær hava síðani verið rættiliga virknar hesi 23 árini og havi sungið runt í øllum Føroyum. Tær hava eisini verið á tveimum uttanlandsferðum. Kórið fer til Keypmannahavnar í mai í ár.

SUÐ spennir víða við sínum ABBA- og Messias-tulkingum, umframt so nógv annað.

Kórið 17 sangarar, stjórnað av Jógvani við Keldu, varð stovnað í 1994 og hevur sostatt meira enn 30 ár á baki.

Jógvan við Keldu hevur gjørt fleiri av løgunum og eisini serligar útsetingar, kórið hevur sungið og syngur.

Kórið hevur sungið nógv innanlands. Tey hava eisini havt konsertir í Norðurlondum, í Skotlandi og enntá í Sveits.

Pætur við Keldu er kendur sum pianistur og hevur ígjøgnum árini spælt við nógv ymisk høvi og er pianistur bæði hjá Suð og 17 sangarum. Pætur fer eisini at spæla onkur løg solo. – Eisini fer serliga ”vidundrið”, SPIRIO, flyglið er útgjørt við, at spæla eitt stutt lag sum dømi fyri okkum.  

Gleð teg til eina hugnaliga sangløtu í Varpinum, har tú eisini sleppur at syngja við í felagssanginum, sungnir verða saman við kórunum.

Konsertin er ókeypis - Boðið verður kaffi.

Vælkomin í Varpið, týskvøldið 18. februar kl. 19.30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…