Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gavin DeGraw á Torsfest

SKRIVAÐ: Tórsfest  |  05.02.2025 - 15:07 Mentan Tíðindi

Amerikumaðurin Gavin DeGraw vann hjørtu kring allan heim í 00unum, tá hann gjørdist heimskendur við sínum rokkutta popptónleiki. Rødd hansara er mjúk og rá samstundis, og hann syngur við hjartanum. Ver til staðar, tí Gavin DeGraw verður eitt absolutt hæddarpunkt áTórsfest 2025

 

 

Tórsfest bjóðar føroyingum til eina poppkonsert í altjóða flokki, tá Gavin DeGraw trínur á pallin. Yrkisleið hansara byrjaði av álvara, tá hann í 2003 gav út útgávuna Chariot. Plátan gjørdist sera væl umtókt kring allan heim, og heitislagið “Chariot” gjørdist eyðkennislag í kendusjónvarpsrøðini One Tree Hill. 

Men tað var eitt annað lag á somu útgávu, sum veruliga setti ferð á yrkisleiðina. Tað var lagið “I Don´t Want to Be”. Lagið legðist ovaliga á topplistarnar, og Gavin DeGraw varð umbiðin at spæla á flestu festivalum høllum víða um. Síðani hevur hann ferðast og spælt kring allan heimin. Av ørðum stórum hittum kunnu nevnast “Not Over You”, “She Sets The City on Fire”, “Soldier” og “Follow Through”. 

 

Aftur til røturnar

Gavin DeGraw hevur útgivið hópin av tónleiki síðani hann sprongdi seg ígjøgnum ljóðmúrin í 2003. Men nú verður leitað aftur til røturnar. Í september gevur hann út útgávuna Chariot 20, sum er ein nýtulking og ein endurinnspæling av útgávuni, sum hevur fingið kultstatus millum fjepparar. Á útgávuni verða eisini tvey nýggj løg. 

Harra DeGraw er júst liðugur við fyrsta partin av einari heimsturné, og hann fer í holtur við seinna partin av heimsturnéini í heyst, tá Evropa skal spælast upp og niður. 

Gavin DeGraw hevur longu givið út onkur stakløg frá komandi útgávuni, og lagið “Chariot” verður endurútgivið tann 28. juni, so hetta verður hátaktuelt tá Gavin DeGraw framførir til ársins Tórsfest 25. juli.

 

Ger skjótt av

Smekka til. Atgongumerki fáast á ebillett.fo fyri kr. 895,- umframt avgreiðslugjøld.

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…
Lærarastovan: Kvæðamentan, kvøðing og fø…
Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Und…
Talgild Refleksjón fyri sjúkrarøktarfrøð…
Páll, Benjamin og Eirikur vitja Norðlýsi…
Tekniski Skúlin er opin í kvøld
Leiðslan á Lands­sjúkra­húsi­num: Øll skulu…
Yrkinga­savnið Rák er givið út
Kjakið um Suðuroyar­tunnilin
Herborg við nýggjum lagi
Blátt Gras við nýggjari fløgu
Veiðan eftir svartfugli er burðadygg
Eldrahugni í Betesda
Video: Elddópu­rin við Tjarnir endaði við…
Øssur Kjølbro, sóknarprestur helt røðuna…
Dómarastøði í Føroyum er høgt
Samrøða við Klaksvíkar Billiard­felag
Samrøða við Rannvá Langaard
Samrøða við Finnbjørn Vang