Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skjótt verður aftur farið undir oljuleiting í føroyskum øki, stendur tað til Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og hinar uppskotsstillararnar. | Mynd: Egin mynd.

Lægri kolvetnisskattur skal lokka oljufeløg til Føroya

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2025 - 22:14 Politikkur Vinna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur saman við øðrum lagt uppskot fyri Løgtingið um, at Føroyar skulu fara at bora eftir olju. Tað eru tingfólk fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, ið eru uppskotsstillarar. Við Norðlýsið sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, at tað ikki kann bera til, at føroyingar bara standa og hyggja at, tá vit vita, at 5 kilometrar frá føroyska markinum er fult av olju, eins og at Rosebank liggur bert 11 km frá markinum.

Hetta skuldi givið góð sannlíkindi fyri, at nógv olja eisini er í føroyskum øki. Sjálv hevur Elsebeth sett vinnumálaráðharranum fleiri fyrispurningar um málið, og nú mettu uppskotsstillararnir, at tíðin var komin til, at borið verður so í bandi, at kolvetnisskattur og partafelagsskattur verða javnsettir. Í løtuni er kolvetnisskatturin 27%, meðan partafelagsskatturin er 18%. Framyvir skulu báðir vera 18%, stendur tað til uppskotsstillararnar.

Orsøkin til, at hetta verður skotið upp, er at gera tað lokkandi fyri oljufeløg at leita við Føroyar. Elsebeth spyr retoriskt, hvat tað er, sum ger, at oljufeløgini eru beint við síðuna av markinum, men síðani 2014 ikki eru komin til Føroya, og metir, at skattatrýstið er ein orsøk. Seinasti brunnurin kostaði 1,6 milliard at bora, meðan tað kanska kostar 30, 40 ella 50 milliónir at bora tætt við land. So tað er dýrt at bora á djúpum havi.

Tey skjóta tí upp at lækka kolvetnisskattin til sama støði sum partafelagsskattin og vænta, at tað fer at gera, at oljufeløgini aftur vilja koma til Føroya at leita eftir olju.  

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur sigur, at tá ið hon hevur sett fyrispurningar um málið, so hava tingfólk úr serliga Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Fólkaflokkinum verið áhugað og positiv, eins og at hon eisini hevur merkt áhuga og positivitet frá tingfólkum úr øðrum flokkum, men viðvíkjandi teimum viðgongur hon, at hon ikki er serliga vís í, at tey fara at atkvøða fyri uppskotinum.  

Spurd um, hvørt hon siktar eftir einum oljumálaráðharrasessi eftir komandi val, nú Fólkaflokkurin fær so góðar veljarakanningar upp á strípu, svarar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, at hon vónar bert at verða innvald. Men skuldi sessurin staðið henni í boði, tekur hon av, leggur hon avgjørd afturat:

– ”Og fái eg sessin eftir komandi løgtingsval, so verður farið undir at bora eftir olju aftur, áðrenn tað valskeiðið er av, tí eg gevist ongantíð, áðrenn eg eri komin á mál”, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, at enda í samrøðuni.

Talan er um tingmenninar Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana fyri Miðflokkin, Bárð á Steig Nielsen fyri Sambandsflokkin, og Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, og tingkvinnurnar Eyðdis Hartmann Niclasen fyri Sambandsflokkin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyri Fólkaflokkin, ið hava lagt uppskotið fram.

Uppskotið kann lesast á heimasíðu Løgtingsins her:

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11069

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lægri kolvetnisskattur skal lokka oljufe…
Jógvan Skorheim er nýggjur í KÍ-starvsne…
Eyðgunn fer ongan veg
Inklusjón er nógv meira enn eitt orð
Ársaðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfel…
5 lið hjá Mjølnir i steypafinaluni
Tók allan seyðin av í haganum
Tjóðveldi ger hondbremsusving
Kunningarkvøld á Glasi um útbúgvingarmøg…
Í londunum kring okkum verja tey egið vi…
Myndarøð: KÍ - Víkingur 3-1
Eftirlýsing: Lands­stýris­fólk at røkja vi…
Samrøða við Theresa Turiðardóttir Kreutz…
Olevina: Kondittarar mugu virða sítt hon…
Eyðun Klakstein verður lands­liðsvenjari
Gavin DeGraw á Torsfest
Aftur góður fundur hjá Løgmanni
Úr Torraskránni: Sang- og hugnaløta í VA…
NS Hálvmaraton 2025
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja feg…