Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jú, formaðurin  í Grindamannafelagnum hevði grein í sínum máli!

SKRIVAÐ: Jens H. Jensen  |  08.02.2025 - 10:43 Lesarabrøv Mentan

Hevði tað ikki var skilabetri, at sett ein líka so væl skikkaðan Føroying í fútastarvið. Tað skuldi ikki verið torført at funnið ein skikkaðan persón. Í Føroyum finnast nógv væl útbúgvin fólk, ið eru væl skikkaði, at seta í fútaembætið. Hetta hevði tryggja, at sýslumansstarvið koma aftur á eitt nøktandi støði.

 

 

Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum, hevur góðar grundir til at vera stúrin um gongdina viðvíkjandi grindini í Føroyum.

 

Tann 18. desembur sendi Grindamannafelagið út tíðindaskriv í sambandi við, at umhvørvis-aktivisturin Paul Watson var leyslatin eftir, at hann í fleiri mánaðir sat varðhaldsfongslur í Grønlandi. Tað, at hann varð leyslatin og ikki útflýggjaður, var tað, ið fekk formannin upp úr stólinum.

Danski fútin í Føroyum, Michael Boolsen, lítilsvirði støðuna hjá grindamannafelagsformanninum í fjølmiðlunum í hesum sambandi.

 

Sum fyrrverandi sýslumaður komi eg mær ikki at tiga. Eg skal ikki koma so nógv inn á málið um Paul Watson, ið eg sum løgreglumaður áður í Føroyum havi elt fleiri ferðir, men heldur umrøða danska politiið í Føroyum.

 

Søguligt afturlit

 

So langt aftur, sum søguligar keldur eru, hava Føroyingar dripið grind, tá ið møguleikin hevur stungið seg upp. Grindadrápið er við at gera okkum til serstaka tjóð. Tað var lívsneyðugt tilfongi  fyri fólkið, ið búleikaðist á hesum klettum. Sjálvt um grindin ikki hevur sama týdning longur, so er hon ein tíðandi partur av siðsøgu og mentan okkara eisini.

 

Ein trygd fyri, at alt viðvíkjandi grindini gekk rætt fyri seg var sýslumanns stovnurin. Vit fáa í grindavísuni at vita, at sjálvir amtmaðurin og fútin (báðir danskarar) kappaðust um at koma fyrstir fram at drápinum.

Sýslumannsembætið er elligamalt. Ikki nakað eindømi, tí at í londunum rundan um okkum vóru eisini sýslumenn. Til dømis kunnu íslendingar siga frá um teirra skipan, at hon kann skjalprógvast aftur til 1200 talið. Tó meta søgukøn, at sýslumannsskipanin í Føroyum er eldri enn tann í Íslandi.

 

Løgreglan ella politiið er eitt rættuliga nýtt fyribrigdið í Føroyum. Eg haldi teir fyrstu politistarnir komu undir ríkispolitiið í 1960. Áðrenn tað vóru bert kommunalir politistar ymsastaðni í Føroyum.

 

Tað er løgi at hugsa sær í dag, men eg minnist, at tá ið eg var settur í starv fyri meir enn 40 árum síðani skuldi alt samskifti hjá politinum fara fram umvegis sýslumannin.

 

Allastaðni, har politistøðir vóru, fekk sýslumaðurin hjálp frá politistunum, tá ið grind var hildin til umframt, at alt fólkið hjá sýslumanninum luttók.

Politistarnir vóru til staðar, meðan drápið fór fram.  Teir skrivaðu fólkið upp, sum høvdu verið við í drápinum og hildu vakt yvir fonginum. Tað gjørdi teir eisini meðan hvalirnir blivu merktir. Hetta bøtti um skilhaldið og var ein tryggleiki hjá fólki.

 

Í hvalvágum, har eingin politistøð var, kom hjálpin frá nærmastu politistøð.

 

Fram móti nútíðini

 

Í 2005, tá ið M. Nepper-Christensen legði frá sær sum fúti, fekk floytan eitt annað ljóð. Tá var tað ein Karin Maria Olsen, sett í starv sum fúti. Hon hevði ilt við at seta seg inn í mentanina í landinum. Eitt tað “størsta” avrikið hjá henni var, at niðurlaga sýslumansstarvið. Tað var eitt vána verk, eitt “makkverk”. Eg havi enn ikki møtt nøkrum, sum hevur rósað hesum, hvørki innan stovnin ella uttanfyri. Hon broytti innihaldið í sýslumansstarvinum og “tók” enntá  skrivstovufólkini frá sýslumanninum við sær yvir í politi-stovnin.

Hetta gjørdi hon, hóast at hon hvørki gjørdi ella legði upp til dagføringar í lóggávuni viðvíkjandi hesum broyttu umstøðunum hjá sýslumonnunum. Tað sigst, at hon gjørdi eina semju við Landsstýrið um hesi viðurskifti, men tað loyvi eg mær at ivast í. Tað tykist sera undranarsamt, at eitt danskt embætisfólk gerð semju við eina føroyska stjórn um serføroysk viðurskifti. Serliga, um so er, at hetta er gjørt uttanum danska løgmálaráðið.

 

Eftir hana varð John Kølbæk settur í starv sum fúti, men hann gjørdist ikki drúgvur,  og at sýna til, fall hann ongantíð til her.

 

Í 2019 varð Michael Boolsen settur í starv sum fúti. (Landfoged på Færøerne) Hann hevur, hvat viðvíkur grind, staðið seg ringast. Bæði, tá ið tað kemur til umstøðurnar hjá sýslumonnum og tá ið tað kemur til føroyska mentan, so sum eitt nú grindadráp, tykist hann ikki hava sett seg inn í umstøðurnar í Føroyum.

 

Ávirkanin av hesin neiligu hugsanini hjá leiðsluni í tí danska politinum í Føroyum, hevur fleiri ferðir ført við sær, at løgreglan hevur noktað at møta upp har, ið grind verður hildin til. Hetta er serliga hugstoytt og í politihøpi óskiljandi. Tí at tað er ein sjálvsøgd uppgáva hjá løgregluni at halda skil á, har sum fólk trunkast saman. Og sum tann gløggi eygleiðarin vildi sagt: “sjálvandi skal løgreglan vísa seg har tveir so ymiskir bólkar, sum grindamenn og umhvørvisaktivistar møtast.”

 

Tíverri hevur formaðurin í grindamannafelagnum rætt, tá ið hann sigur, at danska politiið ikki ger sínar skyldur, tá ið grindadráp eru. Hann hevur eisini rætt, tá ið hann sigur, at danska politiið loypir á leistum fyri umhvørvisfólk, ið melda grindafólk og onnur í samband við grindadráp.

 

Sum sýslumaður eri eg yvirhoyrdur av politinum um grindadráp í 2024. Ikki bara eitt, men 2 (tvey) grindadráp norðanfyri.

Tá varð undirritaði yvirhoyrdur av politinum við “rættindunum hjá einum skuldsettum” fyri eygað. Hvør skal siga, at ein revsing lá í luftini.

 

Hetta gjørdi politiið hóast eingin fráboðan var komin til sýslumannin um djórapínslu. Talan varð í báðum førum um grindadráp, sum sýslumaður og grindaformenn vóru einigir um at halda til soleiðis sum fyriskrivað er í lóggávuni. Ímyndi tykkum, at onkur meldaði ein trolaraskipara fyri at pína fiskin, sum endaði niðast í trolinum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at politiið hevði byrjað eina revsirættærligari kanning av einari slíkari fráboðan.

 

Grindadráp er regulerað í lóg og kunngerð. Vilja felagsskapirnir hava broytingar, so kunnu teir venda sær til sýslumannin og/ella løgtingið fyri at fáa lógirnar broyttar.

 

Spurningurin er, um vit sum fólk eiga at lata okkum slíkt linda. Eiga vit at góðtaka, at danska politiið í Føroyum verður stýrt av einum fúta, sum hevur so ilt við at skilja mentanina í tí landi, ið viðkomandi er settur at tæna.

 

Her átti Føroya Landsstýrið at hugsa seg um. Hevði tað ikki var skilabetri, at sett ein líka so væl skikkaðan Føroying í fútastarvið. Tað skuldi ikki verið torført at funnið ein skikkaðan persón. Í Føroyum finnast nógv væl útbúgvin fólk, ið eru væl skikkaði, at seta í fútaembætið. Hetta hevði tryggja, at sýslumansstarvið koma aftur á eitt nøktandi støði.

 

Hesar reglur eru skrivaðar fyri mína rokning. Árini gera, at eg longu eri í eftirlønaraldri.  Og havi eg ongar ætlanir um, at venda aftur til arbeiðsmarknaðin, í hvussu er ikki til sýslumansstarvið.

 

Tjørnuvík, millum jóla og nýggjárs 2024.

Jens H. Jensen, fyrrverandi sýslumaður.

 

 

Dagfestingar og leinkjur:

 

18.12.24 - Tíðindaskriv frá Grindamannafelagnum (GMF) í samband við at Paul Watson er leyslatin.

https://kvf.fo/sites/default/files/tidindaskriv_watson_leyslatin.pdf

18.12.2024 - Grindafólk: Danmark óbeinleiðis góðkent virksemið hjá Watson í Føroyum

https://kvf.fo/greinar/2024/12/18/grindafolk-danmark-obeinleidis-godkent-virksemi-watson-i-foroyum

20.12.2024 - Fútin: "Grindafólk mugu eisini duga at sissa seg"

https://kvf.fo/greinar/2024/12/20/futin-grindafolk-mugu-eisini-duga-sissa-seg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pætur Petersen frá KÍ til B36
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Jú, formaðu­rin  í Grindamanna­felag­num he…
KÍ spælir sunnudagin
Vit góðtaka ikki niðurlaging av tænastum…
Ferðsluóhapp í Árnafirði
Norð­oyggjar illa dekkaðar av FM sendinet…
Starvs­venjing á KSS gevur ungdómi innlit…
Ítróttafagnaðu­rin 2025 verður í Varpinum
Stór akfør ikki sýnaði í Klaksvík longur
Ítróttartímin úti í Grøv
Lægri kolvetnisskattur skal lokka oljufe…
Jógvan Skorheim er nýggjur í KÍ-starvsne…
Eyðgunn fer ongan veg
Inklusjón er nógv meira enn eitt orð
Ársaðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfel…
5 lið hjá Mjølnir i steypafinaluni
Tók allan seyðin av í haganum
Tjóðveldi ger hondbremsusving
Kunningarkvøld á Glasi um útbúgvingarmøg…