Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gentur 19: Mjølnir steypavinnari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.02.2025 - 10:58 Ítrottur

Steypafinaludysturin hjá Gentum 19 millum Mjølnir og Fleyr vísti seg at blíva ein framúr spennandi dystur.

 
Fleyr stríddist við mótøkuni og gjørdi at Mjølnir var førandi liði stóran part av dystinum. Men tá stigatalvan segði 17-10 til Mjølnir, tók Fleyr leikbrá og vunnu seg hereftir uppá javnleik 17-17. Tá tók Mjølnir hinvegin leikbrá og síðani fylgdust liðini javnt til Mjølnir tók longra stráið og vann settið 29-27.
 
Seinna settið var ikki minni spennandi og óhugnaliga javnt. Nú hevði Fleyr fingið tak á mótøkunum og liðini vóru enn meiri jøvn enn í fyrra setti.
Tað vóru fleiri langir seiðir bóltar, har liðini bæði máttu kempað seg til eitt stig.
Tað máttu fleiri match-bóltar til, fyri at avgerða settið, sum endaði 31-29 til Mjølnir.
 
Dagsins spælari gjørdist: Nicola Toftegaard, Mjølnir

 

Nicola Toftegaard

 
Leikarar hjá Gentur19 Mjølnir

Elisabet Norðoy Vilhelmsen
Maria Teresa Vitalis
Osla Johannesen
Nomi Idarsdóttir Beck
Nicola Toftegaard
Rebekka Eysturskarð
Evi Maria Josephsen
Eva Kallsberg Jacobsen
Emma Øregaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…