Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við Tjarnir letur upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.02.2025 - 21:46 Tíðindi

Nú stundar til stóra dagin. Hvør man hava glett seg mest? Børn ella vaksin? Havnarfólk ella bygdarfólk? Ítróttafólk ella tónleikarar? Svarið er helst ‘øll sum ein’. 

 

Í vikuni fara tær stóru maskinurnar stillisliga trillandi av staðnum, og arbeiðsfólkini tveita handskar og hjálmar frá sær. 

Tá er bert eftir at handa leiðsluni við Tjarnir lykilin til stórhøllina.

Í hesum sambandi verður stórt upplatingartiltak leygardagin 15. februar kl. 11, har ið øll eru boðin til opið hús. 

- Hesin dagurin verður ein lítil brellbiti av tí, sum vit koma at uppliva her í framtíðini, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.

Á gólvinum verður nógv at síggja: Ítróttafólk úr ítróttagreinum so sum hondbólti, fimleiki, kurvabólti, frælsum ítrótti, inniróðri, jiu-jitsu, flogbólti, darti, fótbólti og badminton fara at royna nýggja gólvið og vísa kynstur. Vitjandi sleppa eisini at royna seg – kravið er tó sjálvandi, at mann hevur innanduraskógvar við. 

Tendrað verður eisini fyri stóra skíggjanum undir loftinum, so hvør veit, um tú, ella onkur tú kennir, knappliga verður at síggja á skíggjanum. 

Sølubúðirnar bjóða pylsur, sodavatn og annað, og í matsøluni ‘í Føgrulíð’ kunnu vitjandi njóta ein kaffimunn og eitt kakustykki. 

- Vit hava glett okkum leingi, so nú fegnast vit um at kunngera hesi góðu tíðindini til alt Føroya fólk – og vit vóna sjálvandi at síggja nógv smíl og forvitin andlit, sigur Regin at enda.

Upplatingartiltakið verður leygardagin 15. februar frá kl. 11 til 17. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Omanlop á Selnesi
Eivør á Tórsfest
Danir 400 milliardir í umsetningi av kry…
Útróðurin í dag
Fiski­vinnu­kjak á Torradøgu­num
Javnaðar­flokku­rin hevur lands­stevnu 10.…
Vágamenn tátta í
Veðrið í vikuni
Við Tjarnir letur upp
Gentur 16: Mjølnir steypavinnarar
Myndarøð: KÍ-EB/­Streymur 2-0
Marjun Lómaklett 50 ár
Avtalan við Noreg var til fánýtis
Mansungl­ingar: Mjølnir vann silvur
Gentur 19: Mjølnir steypavinnari
Gentur 14B: Mjølnir fekk silvur
Nóa ørk í sunnudags-skúlanum í Betesda
Pætur Petersen frá KÍ til B36
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Jú, formaðu­rin  í Grindamanna­felag­num he…