Fiskivinnukjak á Torradøgunum
Kringvarpið útvarpar beinleiðis og Norðlýsið stroymir beinleiðis frá Torratinginum
Torradagarnir verða í Klaksvík frá 17. februar til 22. februar.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at gera fleiri broytingar í sjófeingislógini. Ætlaðu broytingarnar hava verið til hoyringar, og lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri løgtingið fyrsta dagin. Hesar broytingar verða umrøddar í árliga fiskivinnutinginum á Torradøgunum.
Talan verður um eitt politiskt kjak við umboðum úr øllum flokkum á løgtingi, og eisini fara umboð fyri vinnuna og serfrøðingar at siga sína hugsan um ætlaðu broytingarnar í fiskivinnulóggávuni.
Høvuðsbroytingarnar í lógaruppskotinum, sum Dennis Holm sendi til hoyringar fyri jól, eru hesar:
- Reglurnar um útlendskan ognarskap í fiskivinnuni á sjógvi verða herdar. Tað merkir, at nýggjur útlendskur ognarskapur kann ikki keypa seg inn í føroysk feløg við veiðirættindum, og verandi útlendingar kunnu ikki víðka um sín ognarlut í fiskivinnuni, til allur útlendskur ognarskapur skal vera úti úr veiðilinum, 1. januar 2032.
- Reglurnar um miðsavning av veiðirættindum verða herdar. Tað merkir, at einstaklingar ella feløg kunnu ikki ráða yvir meira enn 15 prosentum av hvørjum bólki, tó 25 prosentum av rættindunum í Barentshavinum. Í dag eru mørkini 20-35 prosent.
- Harafturat verða nærstandandi feløg eisini roknað undir einum, tá veiðirættindini skulu gerast upp. Herðingin rakar ikki verandi feløg, sum varðveita síni rættindi, men broytingarnar verða galdandi frameftir.
- Føroysk uppsjóvarskip skulu hava rætt til at landa 50 prosent av veiðuni av svartkjafti, makreli og norðhavssild uttanlands. Markið í galdandi lóg er 15 prosent.
- Allir loyvishavarar í uppsjóvarvinnuni skulu javnsetast, soleiðis at allar kvotur av svartkjafti, makreli og norðhavssild verða ásettar við støði í føroysku heildarkvotuni og fylgja broytingunum í heildarkvotuni. Í galdandi lóg eru kvoturnar ásettar eftir ymiskum grundarlagi og treytum.
Smærru feløgini í fiskivinnuni skulu hava allan ágóðan, tá heildarkvoturnar fara uppum ávís mørk. Tað merkir ítøkiliga, at persónar og feløg, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava ræði á í mesta lagi átta prosentum av heildarkvotuni av ávíkavist svartkjafti, makreli og norðhavssild, fáa alla nøgdina av hesum fiskasløgum, sum er omanfyri 385.000 tons fyri svartkjaft, 100.000 tons fyri makrel og 100.000 fyri norðhavssild. Endamálið er at gagna teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur, sigur landsstýrismaðurin.
Torratingið verður í Varpinum mikukvøldi 19. februar kl. 19.00. Øll eru vælkomin