Eivør á Tórsfest
Hon er langtsíðani vorðin ímyndin av føroyskum tónleiki. Hon er helst okkara fremsti ambassadørur, og í ár sleppa vit at hoyra hana á Tórsfest í hjartanum í Havn. Hetta verður óivað eitt av hæddarpunktunum summarið 2025.
Endiliga eydnaðist tað, at fáa Eivør á Tórsfest. Áhoyrarar hava umbiðið hana í fleiri ár, og nú bar til. Eivør er uttan iva millum føroya fremstu tónlistafólk. Longu sum blaðung varð tað greitt, at her var ein songkvinna, sum ikki var sum hinar. Hon er so gávað, at hon telist millum tær bestu í heiminum. Rødd hennara er so ófatiliga rein og klár, og hon kann fúka upp í hæddirnar, umframt at dykka niður í ein myrkan klang. Og so er Eivør eisini óvanliga dugnalig at smíða løg. Tónleikur hennara er sera væl dámdur, og risahittið “Trøllabundin” hevur heilar 31 milliónir stroymingar á Spotify.
Í fjør lat Eivør úr hondum útgávuna “Enn”. Útgávan spennur tónleikaliga víða, men í miðdeplinum er sveimandi røddin hjá Eivør. Danski tónleikamiðilin Gaffa skýrdi útgávuna at vera eitt meistaraverk, og Distorted Sound Magazine gav útgávuni 9 av 10 møguligum. Umframt at geva út tónleik í egnum navnið, er Eivør eisini virkin innan filmstónleik og at leggja songrødd til telduspøl.
Har Eivør framførir, har hugtekur hon. Í fjør leiddi tónleikur hennara hana allan vegin til Avstralia, og í skrivandi løtu er hon á turné í Amerika og Kanada.
Tórsfest verður risastórt í ár. Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw eisini fer at framføra á Tórsfest, og fleiri stór nøvn verða kunngjørd í næstum.
Ger skjótt av, og keyp atgongumerki á ebillett.fo og hjá Føroya Tele kring landið fyri kr. 895,-
Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini.