Lýsing
Lýsing
Lýsing

15.000 vilja við til Closed for Maintenance

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.02.2025 - 14:31 Tíðindaskriv

Fyri sjeyndu ferð skipar Visit Faroe Islands aftur fyri árliga átakinum, Closed for Maintenance í tøttum samstarvi við kommunur, kunningarstovur og onnur.

 

Áhugin at taka lut í átakinum hevur altíð verið stórur og heimasíðan hjá VFI hevur hvørja ferð verið undir stórum trýsti og onkuntíð “krasjað” tá vit hava latið upp fyri tilmeldingum. Teir 48 tímarnar tilmeldingin er opin, plaga um 5.000 fólk at tekna seg, men í ár komu meiri enn 15.000 tilmeldingar uppá tveir dagar, sum er nýtt met. Burturúr rúgvuni verða  80-100 útlendsk sjálvboðin tilvildarliga vald at taka lut.

Closed For Maintenance verður brúkt sum fordømi innan ferðavinnuna kring allan heimin og hvørt ár eru fleiri miðlar sum vilja til Føroyar at fortelja søguna, hóast átakið hevur nógv ár á baki. Orsøkirnar eru fleiri; hetta er eitt fordømi tá tað snýr seg um sonevnda “regenerativa” ferðavinnu, t.e. ferðavinna, sum ikki bara hevur burðardygd ella tað, at varðveita sum endamál, men sum miðar eftir at endurbøta ella menna vitjunarverd støð. Átakið kastar eisini ljós á eitt altjóða rák, sum prógvar, at fólk vilja hava meiningsfullar ferðir, koma í samband við onnur og leggja nakað gott eftir seg. Closed for Maintenance verður eisini javnan brúkt sum dømi, tá tosað verður um ferðavinnumenning sum heild. Tað er eitt ítøkiligt dømi um, hvussu marknaðarføring og menning kunnu ganga hond í hond og hvussu vit við ítøkiligum átøkum kunnu fáa tey “røttu” ferðafólkini á vitjan.

“Átakið er á ein hátt vorðið flaggskipið hjá Visit Faroe Islands í arbeiðinum at menna eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í Føroyum. Hetta er eitt árligt høvi at tosa við fólk kring landið um ferðavinnuna og hvussu vit saman kunnu fyrireika náttúru og bygdir til vitjandi og hvussu vit taka hond um avbjóðingar, áðrenn tær vaksa seg ov stórar. Átakið hevur stóra savningarmegi og er ein effektivur miðil til at skapa samstørv um átøk, sum geva meining. Tí eru vit serliga fegin um hetta átakið og tí endurtaka vit tað ferð eftir ferð.”, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Closed for Maintenance verður 1.-3. mai og verða 9 ymiskar verkætlanir við í ár: Koltur, Nólsoy, Bøur, Tvøroyri, Gøta, Við Gjógv, Leynar, Skopun og Tórshavn.

Tað er týdningarmikið at fáa so nógv føroysk sjálvboðin at taka lut sum gjørligt. Tað gevur átakinum eina nógv betri góðsku, tí føroyingarnir kenna lokalu umstøðurnar og gera arbeiði nógv lættari. Eisini eru føroyingarnir umboðsfólk, sum kunnu greiða frá og geva øllum eina munandi betri uppliving og fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.

Tilmeldingin fyri føroyingar letur upp um mánaðarskiftið mars/apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
66 liðið avmyndað í 1979
Edvard Remberg er nýggjur stjóri á Posta
15.000 vilja við til Closed for Maintena…
FarGen tørv á 167 luttakarum afturat við…
Eyvør Klakstein vitjar Norðlýsið í dag
Opið hús á Húsarhaldsskúla­num í dag
Nýggj Reyðakrossbúð letur upp í Klaksvík
Norðoya Sambands­felag hevur aðalfund
Heimskendi Trentemøller kemur at framfør…
At víkja undan byggir ikki land
Samrøða við Sylvan Jakobsen
Triði klaksvíkingu­rin spældi við B68
Omanlop á Selnesi
Eivør á Tórsfest
Danir 400 milliardir í umsetningi av kry…
Útróðurin í dag
Fiski­vinnu­kjak á Torradøgu­num
Javnaðar­flokku­rin hevur lands­stevnu 10.…
Vágamenn tátta í
Veðrið í vikuni