Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrismaðurin - ein dýrur drongur

SKRIVAÐ: Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin  |  12.02.2025 - 23:39 Politikkur Tíðindaskriv

 

Onkur hevur billað Dennis Holm, landsstýrismanni, inn, at føroyska fiskivinnan hevur ovurfiskað makrel-, silda- og svartkjaftastovnin.

Ein grov ákæra móti føroysku fiskivinnuni.

 

Hettar er púra burturvið - Føroyar ásettu sær kvotur, sum vit høvdu rætt til.

 

At landsstýrismaðurin setur føroysku krøvini til síðis og kallar tað ovurfisking, má standa fyri hansara egnu rokning.

Tað er ongin samanhangur ímillum støddina av gýtingarstovninum og tilgongdini. Tí er mest loyvda veiða ein spurningur um, hvussu stovnarnir/einstøku árgangirnir verða drýggjaðir.

 

Í 2023 fór landsstýrismaðurin undir at niðurlaga grundarlagið undir føroysku tjóðini.

 

Fyrst bleiv ein makrelavtala gjørd, sum var verri enn avtalan frá 2014, sum var galdandi til 2019.

Føroyski parturin minkaði frá 12,6 % til 12%. Atgongdin at fiska makrel í bretskum sjógvi øktist frá 30 til 35%.

 

Vit góvu bretum 0,6%, sum svarar til 5000 tons, fyri at sleppa at fiska 5000 tons (5 %) meira í bretskum sjógvi.

Økta atgongdin (í mun til 2014 avtaluna) kostaði 1:1.

 

Makrelurin, sum var fiskaður í føroyskum sjógvi í fjør, lá um 11-12 kr/kg.

5000 tons svara til 55-60 milliónir.

 

Um vit taka prísin, sum landsstýrismaðurin nevnur, 15-16 kr/kg, so svarar økta atgongdin til uml. 20 milliónir. T.v.s. samanlagt eitt minni virðið til føroyska samfelagið á 35-40 milliónir.

Landsstýrismaðurin kann í morgin, um hann vil, fáa økta atgongd at fiska makrel í bretskum sjógvi við at gjalda 1:1.

 

Vónandi ger hann ikki tað, hóast grundgevingarnar benda á tað.

“Vælvildin” frá bretum, afturfyri at vit noktaðu russum at fiska í Serøkinum, kostaði okkum 5000 tons av makreli ella 35-40 milliónir.

 

Sama er galdandi við sildaavtaluni. Avtalan gevur okkum bert 10% í mun til kravið á uml. 20%.

Vit hava latið helmingin av kvotuni fyri at fiska í norskum sjógvi. Aftur her hevur verið goldið 1:1.

 

Tað roknistykkið sær nógv verri út, tí prísurin á sild broytist lítið, um sildin verður fiskað í norskum sjógvi.

Uml. 40000 tons av sild á 7-8 kr. svarar til eitt minni virðið til føroyska samfelagið á uml. 300 milliónir.

 

Umftamt tað er atgongdin hjá Noreg at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi blandað uppí sildaavtaluna, so norsk skip sleppa at fiska 267.706 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi uttan gjald.

Hetta verður gjørt, hóast vit onga strandalandaavtalu hava um svartkjaft.

 

Hetta er óskiljandi og púra burturvið.

 

Vit áttu heldur at drýggja svartkjaftin til føroysk skip og latið Noreg goldið 1:1 fyri atgongd, tá vit koma ásamt um eina svartkjaftasvtalu.

Omaná alt, so hevur landsstýrismaðurin góðtikið, at alt sum verður fiskað í norskum sjógvi skal bjóðast út á Norsk Sildesalgslag - uttan at vit hava kravt, at tað norsk skip fiska í føroyskum sjógvi, skal tað bjóðast út í Føroyum.

 

Hetta gevur minni rávøru til føroysk virkir, við teimum avleiðingum, tað hevur.

Noreg hevur telvað seg í eina støðu, har tey hava fingið í “posa og sekk”.

 

Vit mugu ongantíð gera avtalur fyri “avtaluna skyld”, men bert tá tað gagnar føroyska samfelagnum. Tað er ikki støðan í samb. við makrel- og sildaavtaluna.

At hjálpa Noreg og Bretlandi at fiska makrel- og sildastovnin burðardygt - hvat so landsstýrismaðurin meinar við tað - styrkir ikki føroyska búskapin.

 

At landsstýrismaðurin, í atgerðarloysi, søplar virðir burtur við ikki at gera kunngerðir til tíðina, er átaluvert.

Vit skulu sjálvsagt gera strandalandaavtalur, men tað má verða javnvág ímillum partarnar í avtalunum.

 

Niðurlaðingarkósin sum byrjaði í 2023 má steðga.

Vit kunnu ugga okkum við, at avtalur kunnu uppsigast.

 

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin - ein dýrur drongur
Samrøðubólkur fyri ung ímillum 18-39 ár,…
Myndarøð: KÍ-HB 2-0
Mjølnir tekur móti Ternuni í kvøld
3.b hevur verið og vitjað køkin, sum arb…
Burðardyggur fiski­skapur tryggjar framtí…
Sjálvstýri hevur aðalfund og temakvøld
Løgmaður til Týsklands á trygdar­ráð­stevn…
Torraskráin
66 liðið avmyndað í 1979
Edvard Remberg er nýggjur stjóri á Posta
15.000 vilja við til Closed for Maintena…
FarGen tørv á 167 luttakarum afturat við…
Eyvør Klakstein vitjar Norðlýsið í dag
Opið hús á Húsarhaldsskúla­num í dag
Nýggj Reyðakrossbúð letur upp í Klaksvík
Heimskendi Trentemøller kemur at framfør…
At víkja undan byggir ikki land
Samrøða við Sylvan Jakobsen
Triði klaksvíkingu­rin spældi við B68