Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Burðardygd ein sjálvsagdur partur av fiskivinnupolitikkinum

SKRIVAÐ: Dennis Holm, landsstýrismaður  |  15.02.2025 - 17:15 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Fiskivinnan er eitt týðandi grundarlag undir føroyska búskapinum og undir vælferðini í Føroyum – og fiskivinnan stendur eisini fyri gott og væl helvtini av føroyska útflutninginum.

 

Tilfeingið í sjónum er sostatt av stórum týdningi fyri alt samfelagið – og at hugsa burðardygga umsiting av hesum tilfeingi átti at verða heilt grundleggjandi fyri okkum sum fiskivinnutjóð.

Skynsom og burðardygg umsiting av okkara felags ríkidømi í sjónum hevur eisini frá byrjan í hesum samgonguskeiðinum verið ein sjálvsagdur partur av fiskivinnupolitikkinum.

Fyri undirritaða er hetta ein natúrlig íløga í okkara samfelag bæði her og nú og í framtíðini. Øll eru ikki samd, men soleiðis er politikkur.

Men vit hava eisini sæð hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, tá vit bara geva leyst og skipa fiskiskapin uttan fyrilit fyri stovnsrøkt og burðardygd. Føroya Banki er eitt gott dømi.

Jú, nógvir pengar vóru at vinna á Føroya Banka í nøkur ár frá 2000 til 2005. Fiskiskapurin var búskaparliga framúr góður – men bara í stutta tíð. Tí ovurfiskingin førdi við sær, at toskastovnurin minkaði burtur í onki og neyðugt varð at stongja Føroya Banka í 2008 – og tað gingu 15 ár, áðrenn toskurin á Føroya Banka kom fyri seg aftur.

Í nógv ár hava strandalondini í felag ásett sær egnar kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti – og londini hava í felag ovurfiskað stovnarnar við 30-45% í mun til vísindaligu ráðgevingina frá ICES.

Ovurfisking byggir onga framtíð, tí varð eisini lagt á annan bógv í 2023 – og sjálvandi var hetta gjørt við stuðli frá fiskivinnuni, sum jú tilfeingið í sjónum sum grundarlag.

Við makrelsemjuni millum Føroyar, Norra og Bretland og sildasemjuni millum Føroyar og Norra er ovurfiskiskapurin minkaður og fiskiskapurin er vorðin meiri burðardyggur. Hetta er rætta leiðin at fara og vónandi gerast øll strandalondini partur av semjunum, soleiðis at ovurfiskaskapurin kann minkað enn meira og fiskiskapurin kann gerast enn meira burðardyggur.

Eg og Jacob Vestergaard verða ikki samdur um hetta – mín støða er púra greið: Burðardygd er ein sjálvsagdur partur av fiskivinnupolitikkinum.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing