Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.02.2025 - 18:55 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av landsynningi næstan alla vikuna. Vindferðin næstan alla tíðina meiri enn 10 m/s, og nógvar løtur við regni ella ælaveðri.

Djúpt lágtrýst fer at liggja nakað sunnan fyri Ísland – vit fara at liggja 5/600 fjórðingar eystan fyri miðjuna. Har er ættin vanliga millum eystan og sunnan, og í vikuni, sum stendur fyri framman, verður einki undantak í so máta.

Tað er eisini í hesum øki, at brúgvaløgini ferðast, og vit fara at fáa vitjan av meiri enn einum hesa vikuna.

Luftin, sum fer at streyma ímóti okkum, kemur av meginlandinum í Evropa. Har er nakað væl kaldari enn í Føroyum, so lágættin kemur við nakrari lýkku á hesum sinni. Hitin fer at liggja nøkur stig oman fyri frostmarkið um náttina og so 4-5 longur upp um dagin.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag:

Frískt lot til frískan vind av eystri, seinni av landsynningi, 5 til 10 m/s. Sum líður út á annaðkvøld og um týsnáttina veksur vindurin upp í frískan vind ella ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýloft allan dagin skiftandi, og vit skulu rokna við onkrum æli, í støðum við vátakava. Hitin 2 til 7 stig.

Týsdag:

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, stundum hvassur vindur, 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudag:

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi ella suðuri, 8 til 13 m/s, samdrigið og løtur við regni ella ælaveðri. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdag:

Frískur vindur upp í strúk millum landsynning og útsynning, 8 til 13 m/s, stundum hvassur vindur, 15 m/s, samdrigið og løtur við regni ella ælaveðri. Hitin 5 til 10 stig.

Fríggjadag:

Frískur vindur upp í hvassan vind millum landsynning og útsynning, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið, 18 m/s. Tað verður skýggjað við regni, seinni skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…