Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsýning í Spinnarínum á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2025 - 15:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Jana Skorheim Sørensen sýnir fram í dag, í morgin og hósdagin frá kl . 10 - 16

 

Nógv spennandi hendir í Spinnarínum á Torradøgum. Umframt søluframsýning, opið hús og ullaskeið verður eisini ein framsýning við vovnum teppum, ið 43 ára gamla Jana Skorheim Sørensen hevur gjørt. Hetta er fyrsta framsýning hennara.

Jana er fødd og uppvaksin í Havn og hevur ættarbond í Klaksvík, tí mamman er ættað hiðani. Jana er í vardum starvi sum hjálparfólk í Frítíðarskúlanum í  Badmintonhøllini í Havn, har hon hevur arbeitt í 25 ár. 

Janu hevur altíð dámað at verið kreativ, og seinastu mongu árini hevur hon brúkt nógv av sínari frítíð til at veva..

Teppini, sum hon sýnir fram hevur hon seymað saman úr puntum, sum hon hevur vovið á fýra ymiskum hondgjørdum vevum. Puntarnar hevur Jana sjálv sett og seymað saman, og síðan hevur hon fingið seymistovuna hjá Dianu at hjálpa sær við at seyma baksíðuna í liti, sum Jana helt hóskaði til puntarnar.

Á framsýningini sýnir Jana Skorheim Sørensen fram fýra teppi, sum hon hevur gjørt. Framsýningin letur upp týsmorgunin 18. februar klokkan 10. Áhugafelagið Spinnaríið bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið. Øll eru vælkomin.

Framsýningin er opin týsdagin, fríggjadagin og leygardagin í Torravikuni. Allar dagar frá 10 til 16. Samstundis hevur Spinnaríið við Ánna søluframsýning við tógvi úr føroyskari ull, og møguleiki er eisini at síggja ullavirking hjá kvøldskúlaluttakarum og øðrum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…