Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samrøðubólkur fyri kvinnur, sum eru varandi sjúkar av bróstkrabba

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.02.2025 - 11:53 Tíðindaskriv

At vera varandi sjúk og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og kann ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú kanst óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

 

 

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.

Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum.

Bólkurin byrjar týsdagin 18. mars 2025 kl. 13.00- 15.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Boða frá luttøku, áðrenn mánadagin 17. mars 2025 kl. 15.00 á telefon 317959, send ein sms til telefon 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…