Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eldri myndakollasja við Torramyndum | Mynd: Dávur Winther

Torradagar á átjanda sinni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.02.2025 - 12:10 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Tað byrjaði sum ein royndarverkætlan. Í 2007 tók Klaksvíkar Kommuna lógvatak við aðrar góðar kreftir í lokaløkinum, tí saknur var í einum savnandi tiltaki á vetri, og nú hava Torradagar verið fyriskipaðir í Klaksvík í seytjan ár – í 2021 vórðu dagarnir avlýstir vegna farsótt. Skráin í ár er millum tær longstu, og ongin ábending er um, at undirtøkan er dvínandi; heldur tvørturímóti. Torradagarnir eru komnir fyri at vera.

 

(Leiðarin úr blaðnum) 

 

Hvat eru torradagar so? Í fyrstuni var tað ein fagnaður av fiskivinnuni, og dagarnir eru síðani víðkaðir til eisini at vera ein fagnaður av matvørum úr sjónum. Tí síggja vit matstovurnar í býnum spíla seg út við serligum torramatskráum við til dømis royktum laksi, tempurarækjum, grillaðum ella ovnbakaðumlaksi, fiskasúpan og so verða tvey stór fiskaborð. Í blaðnum sæst skrá yvir upplatingartíðir o.a.

Seinasti mongu árini eru heilsuátøk eisini vorðin fastur táttur í torraskránni. Heilsucafé verður við luttøku frá sjúkrahúsinum og ítróttar- og heilsuleiðini á Tekniska Skúla, eins og heilsurenningin Gakk & Renn, sum Tekniski Skúli og Treysti fyriskipa, eisini verður á skrá. Eisini verður rennikapping á Rennibreytini.

Men fiskivinnan er og verður snúningsásin hjá Torradøgum. Tí verður, sum viðvenja er, stóra Fiskivinnutingið á Skúlatrøð mikukvøldið kl. 19, hesaferð undir heitinum Torrating – fiskivinnukjak. Norðlýsið frættir, at nýggja sjófeingisuppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fer at seta sín avgjørda dám á skránna. Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannesen eru vertir, og øll eru vælkomin at siga sína hugsan um fiskivinnu. Í sama anda eru áhugaverdir fyrilestrar á skrá, eitt nú ”Eg sjólívið valdi, men ...” hjá Tórbirni Jacobsen og um føroyska bátin, sum Jóan Pauli Joensen, professari, heldur. Báðir eru teir fríggjadagin.

Enn sum áður er tað eldsálin Dávur Winther, sum saman við øðrum góðum kreftum skipa fyri. Dávur hevur verið ein primus motor av torradøgunum síðani byrjan. Hann hevur havt stórar ambitiónir fyri torradagarnar, og eigur hann ein stóran part av æruni fyri, at tiltakið er vorðið so stórt.

Blaðið hesaferð er tó ikki einans eitt torrablað. Til ber eisini at lesa um óhugnaligu bumbingina av Klaksvík í 1941, tá Klaksvíkin bleiv so gott sum manntóm. Byrger Heinesen og John Høj, sum báðir eru omanfyri 90 ár, upplivdu bumbuálopið og greiða frá tí í samrøðum við blaðið. Til ber eisini at lesa um Jan Danielsen, ið sum ungur umvældi bilar á táverandi Esso í Klaksvík, og sum nú er stjóri á DekkService á Rituvíkshálsi.

Bakkafrost hevur sett eina sera áhugaverda verkætlan á skinnarar úti í Svínoy, og í tí sambandinum hevur Norðlýsið gjørt tvær samrøður við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, ið hevur langsiktaðan áhuga fyri aling í Suðuroynni. Hin samrøðan er um, hvussu Bakkafrost saman við táverandi landsstýrismanninum í vinnumálum bjargaðu føroyska laksinum undan at doyggja út.

Alt í alt er lagt upp til eina stak spennandi torraviku, og við hesum skulu øll verða ynskt hjartaliga vælkomin á torradagar og góðan lesihug!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bindifestivalu­rin 10 ár
Tað gekk enn einaferð hjá Høgna!
Talv: Systkinabørn vunnu gull og silvur
Flóvin Matras Tummasarson vann FM í 1. b…
Fjølbroytt lands­stevna 2. – 4. mai 2025
Opið bræv til lands­stýriskvinnuna við um…
Myndarøð: Tá Norðlýsið fylti 110
Luitjen pressar!
Hálvfinalur í BÓNUS kappingini
Líðin og Leiti hagafund
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Størsti sigur hjá KÍ á HB síðani 1970
Myndarøð: HB fekk avsmurning í Klaksvík…
KÍ vann stórsigur á HB
Nógv fólk í Svínoy
Forvitnis­lig framsýning á Viðareiði á pá…
Lívið nær Gudi givin útaftur
Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjun…
Upptakt: KÍ-HB
Høgni í knúsandi álopi!