Lýsing
Lýsing
Polarstjørnan á rættkjøl í hesi vikuni
Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, sigur við Kringvarpið, at teir eru farnir í gongd við fyrireikandi arbeiði at fáa Polarstjørnuna av aftur vogninum, og ætlanin er at fáa skipið upp á rættkjøl, áðrenn hendan vikan er liðug
Tað hevur annars tikið drúgva tíð, nærum 2 mánaðir, og Frimodt sigur við Kringvarpið, at tað verður bæði dýrt hjá KSS, dýrt hjá tryggingini og at tað er komið illa við hjá reiðarínum, at skipið hevur ligið so leingi. Eisini fyri manningina er tað sjálvsagt sera óheppið. Hvat pengum viðvíkir, hevði Frimodt ikki endaligu upphæddina við hondina, men váttaði, at hendan keðiliga støðan í øllum førum kostar fleiri milliónir.
Seinastu tíðindini