Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðursjúka sum skemt og álvari í Smæruni

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  18.02.2025 - 08:00 Mentan Tíðindi Veðrið

Týsdagin 18. februar kl. 16.00 fer Uni Arge at greiða frá væl fagnaðu bókunum ”Veðursjúka” og ”Veðursjúka 2” í Smæruni

Fyrra bókin kom út í 2023, og millum teirra, sum góvu henni gott ummæli, vóru Carl Jóhan Jensen, Sjúrður Skaale, Danial Viðoy og Gulla Øregaard.

Tey vóru samd um, at Uni hegnisliga megnar at lýsa, hvussu veðrið altíð hevur ávirkað okkum føroyingar, tí veðrið er støðugt inni í sálini og úti í túninum, sum hann skrivar.

”Veðursjúka 2” kom í 2024, og tá nevndi Danial Viðoy í Sosialinum, at hon stóð onki aftan fyri fyrru bókina.

Heitið á bókunum sipar til, at vit kunnu gerast veðursjúk, og at veðrið seinnu árini sjálvt sigst vera vorðið sjúkt.

Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini, men støðugt roynir hann at skilja sína tilveru og lagnu.

Inni undir skallabeininum berjast ein yngri og ein eldri maður um valdið á honum, og tann yngri hevur altíð ampa á sær. Tann eldri er hinvegin altíð í líkasælari javnvág.

Megnar høvuðspersónurin at skriva sítt fyrsta yrkingasavn? Hann roynir, tá hann flýggjar niður á Mallorka, men har varnast hann, at eydna og íblástur kanska kortini finnast heima í regninum.

Uni Arge fer at siga frá bókunum á livandi hátt og lesa bæði sorgblíð og skemtilig brot úr teimum

- í Smæruni týsdagin 18. februar kl. 16.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…