Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tiltak: Foreldur í einum talgildum heimi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2025 - 10:48 Tíðindi Vinna

Í einum heimi, har alsamt fleiri tænastur flyta á netið, veksur skíggjanýtslan hjá børnum og ungum. Samstundis stinga nýggjar avbjóðingar seg upp fyri tey, sum hava ábyrgd av teimum ungu. Vit vilja varpa ljós á, hvussu vit kunnu stuðla eini betri og tryggari skíggjanýtslu í einum alsamt meira talgildum heimi.

 

Føroya Tele skipar fyri tveimum tiltøkum undir heitinum “Foreldur í einum talgildum heimi”. Á tiltakinum verður sjóneykan sett á skíggjanýtslu hjá børnum og ungum.

  • Mikukvøldið 19. februar kl. 19.00 – 21.15 á Føroya Tele í Hoyvík.
  • Hóskvøldið 20. februar kl. 19.00 – 21.15 í Varpinum í Klaksvík.

 

Um tiltakið

Á tiltakinum fer Jonas Ravn, ráðgevi innan talgildan trivnað hjá børnum og ungum, at greiða frá, hvussu vit kunnu vera góð foreldur hjá talgildum ungum, hvat okkara ábyrgd er, og hvat ung sjálvi siga um, hvussu foreldur handfara hetta evnið.

Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, gevur fakligt innlit og góð ráð til foreldur, og Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu fara at hava sofaprát við ung.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.

  • Melda til tiltakið í Hoyvík 19. februar HER.
  • Melda til tiltakið í Klaksvík 20. februar HER.

GG! Tað er avmarkað pláss.

Vit síggjast!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…