Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reyði Krossur letur upp í Klaksvík - nýggjur kraftdepil í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  19.02.2025 - 15:25 Tíðindi

Nú er stundin komin - mikudagin 19. februar gerst Reyðakrossbúðin í Klaksvík veruleiki!

 

Hetta merkir, at virksemið, sum hjálparfelagsskapurin Reyði Krossur byggir á frameftir fær virkað í nógv størri mun enn áður í Norðoyggjum. Sjálvboðin, starvsfólk og limir hjá Reyða Krossi eru á einum máli um, at tað er ótrúliga spennandi at síggja, hvat hetta kann koma at merkja fyri fólkið, sum býr í økinum.

Ætlanin er, at hetta skal vera ein kraftdepil fyri Reyða Kross Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, nevndarformaður.

 

Ein fjølbroyttur endurnýtsluhandil við sosialum hjarta

Í longri tíð hava sjálvboðin í Reyða Krossi ágrýtin arbeitt við at gjørt Reyðakrossbúðina í Klaksvík klára. Sjálvboðin fara fyrst og fremst at skapa eitt livandi endurnýtslustað, har góð brúkt klæðir, bøkur, búnýti, leikutoy og amboð fáa nýtt lív.

Reyðakrossbúðin verður tó meira enn ein handil – hon verður eitt stað fyri felagsskap, samveru og burðardygga nýtslu. Bygningurin fer tí við tíðini eisini at hýsa øðrum virksemi hjá Reyða Krossi, serliga innan sosialt hjálpararbeiði.

 

Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, hevur stórar visjónir:

Tað kennist stórt fyri okkum, at Reyði Krossur skal vera í Klaksvík. Vit lata ein handil upp, sum er øðrvísi enn aðrir, og so eru hølini so stór og góð, at tey leggja upp til alskyns virksemi – tað kennist sum, at vit hava óendaliga nógvar møguleikar, sigur hon.

Virksemisleiðarin leggur dent á, at umframt vælgerandi arbeiðið, sum fer at vera í Reyðakrossbúðini, skapar Klaksvíkin við hesum eitt samband við altjóða Reyða Kross og hjálpararbeiðið, sum verður gjørt úti í heimi.

 

Skráin á degnum

Mikudagin 19. februar verður almenn móttøka kl. 16.00-18.00.

 

Skráin:

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, bera fram røður.

Fyrrverandi arbeiðsfólk á Dávavirkinum siga frá søguni um virkið og um teirra egnu upplivingar frá, tá tey starvaðust har.

 

Tónleikur:

Karl Martin Samuelsen, sum í nógv ár hevur brúkt tónleikahølini á Dávavirkinum, og Anua, ein bólkur við heilt ungum tónleikarum, framføra.

Handilin er opin og Reyði Krossur bjóðar køku og kaffi frá Kafé Fríðu og lagkøku frá Amarant.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útbúgvingar á TSK
Samrøða við Dávur Winther
Samrøða við Sølvá Jansdóttir Joensen
Samrøða við Oddmar Færø
Samrøða við Eyðun Klakstein
Barna­tiltøk á bókasavninum
Eldraøk­ini á felags undirvísingardegi
Myndarøð: Reyðakrossbúðin latin upp í Kl…
Countrydrotningin Kristina á Tórsfest
Størsta Spæl Føroyskt vikan nakrantíð fe…
Serskeið innan sveising í sjónum viðurke…
Sølva og umboð fyri Tekniska skúla vitja…
Nú lygnin hevur tikið ræðið - við Trump…
Estetiskur fimleikur: Søgulig hending í…
Torrakáféin í Betesda - Viberg Sørensen
Nýggjur miðbýur og eitt havnalag í broyt…
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Torraskráin hósdagin
Myndarøð: Torratingið
Loyvt at landa 25% uttanlanda heldur enn…