Lýsing
Lýsing
Lýsing

Veðursjúka sum skemt og álvari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2025 - 14:39 Tíðindi

Í dag kl. 16.00 fer Uni Arge at greiða frá væl fagnaðu bókunum ”Veðursjúka” og ”Veðursjúka 2” í Smæruni

 

Fyrra bókin kom út í 2023, og millum teirra, sum góvu henni gott ummæli, vóru Carl Jóhan Jensen, Sjúrður Skaale, Danial Viðoy og Gulla Øregaard.

Tey vóru samd um, at Uni hegnisliga megnar at lýsa, hvussu veðrið altíð hevur ávirkað okkum føroyingar, tí veðrið er støðugt inni í sálini og úti í túninum, sum hann skrivar.

”Veðursjúka 2” kom í 2024, og tá nevndi Danial Viðoy í Sosialinum, at hon stóð onki aftan fyri fyrru bókina.

Heitið á bókunum sipar til, at vit kunnu gerast veðursjúk, og at veðrið seinnu árini sjálvt sigst vera vorðið sjúkt.

Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini, men støðugt roynir hann at skilja sína tilveru og lagnu.

Inni undir skallabeininum berjast ein yngri og ein eldri maður um valdið á honum, og tann yngri hevur altíð ampa á sær. Tann eldri er hinvegin altíð í líkasælari javnvág.

Megnar høvuðspersónurin at skriva sítt fyrsta yrkingasavn? Hann roynir, tá hann flýggjar niður á Mallorka, men har varnast hann, at eydna og íblástur kanska kortini finnast heima í regninum.

 

Uni Arge fer at siga frá bókunum á livandi hátt og lesa bæði sorgblíð og skemtilig brot úr teimum

- í Smæruni í dag kl. 16.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útbúgvingar á TSK
Samrøða við Dávur Winther
Samrøða við Sølvá Jansdóttir Joensen
Samrøða við Oddmar Færø
Samrøða við Eyðun Klakstein
Barna­tiltøk á bókasavninum
Eldraøk­ini á felags undirvísingardegi
Myndarøð: Reyðakrossbúðin latin upp í Kl…
Countrydrotningin Kristina á Tórsfest
Størsta Spæl Føroyskt vikan nakrantíð fe…
Serskeið innan sveising í sjónum viðurke…
Sølva og umboð fyri Tekniska skúla vitja…
Nú lygnin hevur tikið ræðið - við Trump…
Estetiskur fimleikur: Søgulig hending í…
Torrakáféin í Betesda - Viberg Sørensen
Nýggjur miðbýur og eitt havnalag í broyt…
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Torraskráin hósdagin
Myndarøð: Torratingið
Loyvt at landa 25% uttanlanda heldur enn…