Framsýning í Spinnarínum á Torradøgunum
Nógv spennandi hendir í Spinnarínum á Torradøgum. Umframt søluframsýning, opið hús og ullaskeið er eisini ein framsýning við vovnum teppum, ið 43 ára gamla Jana Skorheim Sørensen hevur gjørt. Hetta er fyrsta framsýning hennara.
Spinnaríið við Ánna vitjar á Torradøgunum í Klaksvík
Spinnaríið við Ánna, stovnað á sumri 2024, er fyrsta mikrospinnarí í Føroyum. Spinnaríið við ánna er á Skeravegi 5 í Skopun, har føroysk ull, okkara gull úr vøkru nátturuni verður vaskað, karðað og spunnin til lekkurt serføroyskt tógv.
Tógvið hava vit valt at kalla KYRRA. Sagnorðið Kyrra [at kyrra seyð] merkir at gera seyðin spakan - at spekja. Og tað er júst tað vit gera á spinnarínum við villu føroysku ullina. Vit spinna 1 tráða-, tvinnað og trinnað í 2 og 3 tráða og harumframt nýta vit broddaullina til 4 tráðað samfingið skipstroyggjutógv. Tógvið fæst í natúrligu litunum hvítt, ljósagrátt, morreytt, myrkagrátt og svart.
Á Torradøgum fer Spinnaríið við Ánna at sýna fram og selja vørur.
Tíð: Fríggjadagin 21. februar og leygardagin 22. februar. Allar dagar kolkkan 10.00 til 16.00.
Stað: Spinnaríið
Lær at spinna tín egna tráð á lítlastrá
Guðrun Sundar Hansen, útbúgvin spinni- og vevilærari, hevur skeið í ullavirking í Spinnarínum.
Á skeiðnum, fær tú serstøku føroysku ullina millum fingranar, meðan tú fær frágreiðing um eginleikan í ullini, ið var føroyska gullið og nú aftur vekir ans og áhugað.
Vit nappa og karða ullina. Síðani spinna vit ullina á lítlastrá, ið er ein gamalur spinniháttur í Føroyum.
Skeiðið varar 6 tímar, so tú hevur møguleika at fordjúpa teg í ullini, samstundis sum tú spinnir tín tráð.
Tær nýtist ikki at hava nakað við, Áhugafelagið Spinnaríið veitir amboð og ull.
Guðrun Sundar Hansen, útbúgvin spinni- og vevilærari í 1990 á Skolen for hverdagskunst í Kerteminde.
Tíð: Fríggjadagin 21. februar klokkan 10.00 til 16.00 og leygardagin 22. februar klokkan 10.00 til 16.00
Tilmelding: Einans átta luttakarar eru hvønn dagin. Tú kanst tekna teg til annan ella báðar dagarnar við at senda boð við tínum navni og bústaði til gudrun.elttoer@gmail.com . Prísurin er 400 krónur um dagin.
Stað: Spinnaríið
Tey sita har og karðað, meðan onnur spinna. Spinnaríið við Ánna hevur søluframsýning við tógvi úr føroyskari ull, sum m.a. er komin av Skarvanesi.
Jana Skorheim Sørensen
Jana er fødd og uppvaksin í Havn og hevur ættarbond í Klaksvík, tí mamman er ættað hiðani. Jana er í vardum starvi sum hjálparfólk í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn, har hon hevur arbeitt í 25 ár.
Teppini, sum hon sýnir fram, hevur hon seymað saman úr puntum, sum hon hevur vovið á fýra ymiskum hondgjørdum vevum. Puntarnar hevur Jana sjálv sett og seymað saman, og síðan hevur hon fingið seymistovuna hjá Dianu at hjálpa sær við at seyma baksíðuna í liti, sum Jana helt hóskaði til puntarnar.
Á framsýningini sýnir Jana Skorheim Sørensen fram fýra teppi, sum hon hevur gjørt. Framsýningin læt upp í dag. Áhugafelagið, Spinnaríið bjóðaði kaffi og okkurt søtt afturvið.
Framsýningin fríggjadagin og leygardagin í Torravikuni. Allar dagar frá kl. 10 til 16. Samstundis hevur Spinnaríið við Ánna søluframsýning við tógvi úr føroyskari ull, og møguleiki er eisini at síggja ullavirking hjá kvøldskúlaluttakarum og øðrum.
Tíð: Fríggjadagin 21. februar klokkan 10.00 til 16.00 og leygardagin 22. februar klokkan 10.00 til 16.00.
Stað: Spinnaríið