Veðursjúka í Smæruni
Uni Arge hugleiddi um veðrið, sum helst er vorðið sjúkt, og sum voldir mongum høvuðbrýggj.
Høvundin skrivar m.a. um skrivar um bøkurnar, Veðursjúka I og II: ”Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini.
Síðan hann var barn, hava brotasjógvar og hvirlukøst avbart land hansara, og nú er vorðið ilt verri, tí veðurlagsbroytingar hótta við at oyða klótuna.
Hann leitar eftir vónini, men allastaðni finnur hann bara frásagnir um ta stóru vanlukkuna fyri framman, ið menniskjan sjálv er atvold til.
Veðursjúkan, ið altíð skundaði undir hansara sorgblíðu sinnisstøðu, er í ferð við at menna seg til veðurræðslu. Ræðslu fyri dómadegi.
Undir skallabeininum berjast tó ein ungur og ein eldri maður um valdið á honum. Tann yngri hevur altíð ampa á sær. Tann eldri er í líkasælari javnvág”.
Uni fekk áhoyrarnar at trekkja uppá smílubondini eisini, so alt var ikki bara ”sjúka”. Rithøvundin fekk nógv rósandi orð fyri hugnaligu løtuna við upplestri og frásøgum.
Væl av fólki var í Smæruni seinnapartin og lýddi á – Kaffi afturvið einum góðum práti var eisini gott.