Torraskráin mikudag
Tað er nógv áhugavert á skrá í dag við listaframsýningum, matstovurnar borðreiða við ymiskum úr firsk, og tað stóra fiskaborðið á Gloria er í dag. Smæran bjóðar prát um bátin, Silva, sum var bundaður í Klaksvík.
MIKUDAGUR 19. FEBRUAR 2025
TORRATINGIÐ við FISKIVINNUKJAKI er í Varpinum kl. 19.00, har tú eiisni kanst siga tína meining
KL. 09.00 - 21.00 CAFÉ FRÍÐA
KL. 10.00 KFUM & K – MORGUNDERKKA við góðum hugnapráti
KL. 10.45 KFUM & K HENRY CHRISTIANSEN, LEIRVIK GREIÐIR FRÁ YMISKUM Á SJÓNUM. Hann er 68 ára gamal hevur verið til skips at kalla alt sítt lív og veit frá mongum at siga.
Henry er ikki skorin fyri tungubandið, dugir væl at taka til og hevur nógvar áhugaverdar søgur frá sjónum í skjáttum.
KL. 11.30 - 16.00 CAFÉ GLORIA - TAÐ STÓRA FISKABORÐIÐ
Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellur, saltfisk, feskan fisk, livur og rogn og nógv annað gott. Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik er enntá á borðseðlinum
Eisini verður kaffi/te og køkur omaná Gjald: kr. 200,-
KL. 11.30 - 15.00 ANGUS OPIÐ
Sí matskrá og bílegg borð Serligur Torra-borðseðil Angus.fo – 457777
KL. 12.00 - 20.00 CAFÉ FRÍÐA
Hvønn dag í Torravikuni Serligur Torra-borðseðil – sí Frida.fo Eisini er annað mangt á borðseðlinum
KL. 13.00 - 17.30 BLÁI KROSSUR FØROYA Nólsoyar Pálsgøta 22 Klæðir kunnu latast inn allar dagar.
Vælkomin inn á gólvið.
KL.13.00 – 17.00 DUGNI, TINGHÚSIÐ - KLAKSVÍKVEGUR 56 LISTAFRAMSÝNING Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning Í samstarvið við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið
KL. 14.00 – 16.00 VARPIÐ - FOYERIN NORÐOYA LISTAFELAG SÝNIR FRAM LISTAVERK – í kjallaranum í Varpinum Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag
KL. 15.00 – 20.00 GALLARÍ Á STONGUNUM LISTAFRAMSÝNING VIÐ LYDIU Petersen og Jógvan K. Glerfoss Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum
KL. 16.00 - 18.00 DÁVAVIRKIÐ REYÐI KROSSUR LETUR UPP ENDURNÝTSLUHANDIL Í KLAKSVÍK Søgur verða sagdar frá, tá ið Dávavirkið lat upp, av ymiskum monnum, sum arbeiddu har í síni tíð Annars um virksemið hjá Reyða Krossi, og hvussu loftið á Dávavirkinum verður brúkt í hesum sambandi Kaffi og okkurt leskandi er eisini at fáa.
KL. 16.00 SMÆRAN ANDRASS HENRIKSEN ÚR SØRVÁGI GREIÐIR við orðum og myndum frá NORSKA SKIPINUM SILVU, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Eisini um tá ið teir vóru bumbaðir á vágni í Klaksvík. Kaffi er á kannuni.
KL. 16.30 KLAKSVÍKAR BÓKASAVN SØGULØTA FYRI BØRN VIÐ RAKUL RÓ STEINTÓRSDÓTTIR
Rakul lesur úr nýggju bók síni "Rógvi og náttarravnur" á barnabókasavninum Aftaná eru børnini vælkomin at lita myndir úr bókini.
KL. 17.30 CHRISTIANSKIRKJAN TORRA-SKRÚVUGUDSTÆNASTA v/ Øssuri Kjølbro.
KL. 17.00 - 21.30 ANGUS OPIÐ Sí matskrá og bílegg borð Serligur Torra-borðseðil.
Angus.fo – 457777
KL. 19.00 VARPIÐ – TORRATINGIÐ FISKIVINNUKJAK - Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at gera fleiri broytingar í sjófeingislógini. Hoyringar hava verið, og lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri løgtingið fyrsta dagin.
Hesar broytingar verða umrøddar í árliga fiskivinnutinginum á Torradøgunum. Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannesen eru vertir, og verður sent beinleiðis í útvarpinum og stroymt á Norðlýsinum - Tú kanst eisini vera við og siga tína hjartans meining.
KL. 20.00 NORÐOYA BÁTAFELAG - Í GAMLA ROYKIVIRKINUM, Faktorsvegur 6 Spælt verður sjavs í felagshølunum Øll hjartaliga vælkomin
Kunna teg um Torraskránna her