Stóra fiskaborðið á Café Gloria
Mikudagin í Torravikuni verður stóra fiskaborðið á Café Gloria við Torrafiski, rognum og øllum tí, sum har hoyrir Torratíðini til.
Kl. 11.30 – 16.00 í dag, slær Café Gloria dyrnar upp fyri tí stóra og árliga Torrafiskaborðinum, sum bert er tøkt á Torradøgum í Café Gloria.
Tey spíla seg út á Café Gloria og bjóða tað besta og nýggjasta úr havinum, sum útróðrarbátarnir kunnu bjóða á hesi ársinstíð.
Møgleiki verður at velja millum fleiri fiskarættir, feskur fiskur, flak, lyppur, kjálkar, knetti, frikadellur, saltfiskur, livur og rogn og nógv annað gott.
Oftani er eisini góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik og annað gott á borðseðlinum
Tú fært eisini ein góða kaffi/te-munn og køkur omaná – alt hetta fyri einans kr. 200,-.
Hetta er tann stóra matløtan í Torravikuni, sum nógv fólk gleða seg til. Tú kennir teg væl her, har blíðakapurin altíð er góður.
Café Gloria, Stangavegur 16 – Mikudagin 19. februar kl. 11.30 – 16.00.
Kunna teg nærri um Torraskránna her