Upptakt: Stórt Torrating um fiskivinnu í Varpinum í kvøld
Norðlýsið stroymir beinleiðis frá Torratinginum. Vit leggja eina leinkju á heimasíðuna stutt undan fundinum, sum byrjar kl 19 í kvøld
Lagt er í pottin til eitt sera livandi og upplýsandi fiskivinnuting, sum verður hildið í Varpinum í Klaksvík í kvøld klokkan 19 sum partur av Torraskránni. Størsti spenningurin verður heilt víst um broytingarnar, sum eftir hoyringarnar eru gjørdar í uppskotinum um nýggja Sjófeingislóg hjá Dennisi Holm, fiskimálaráðharra. Lokið er lyft nakað av pottinum, men enn veit vinna og almenningur ikki nógv um tað.
Friður hevur nú í nøkur ár valdað á fiskivinnuøkinum, men fýra nætur fyri jól kom eldur í aftur. Dennis Holm, fiskimálaráðharri, ætlaði at broyta hámarkið fyri uttanlands-landingum úr 15% til 50%. Eisini vildi landsstýrismaðurin, at ongin aktørur skuldi hava rættindi til meira enn 15% av veiðurættindunum, tó max. 25% í Barentshavinum. Hetta er tað sonevnda antitrust-hámarkið. Afturat tí vildi hann herða reglurnar um útlendskan ognarskap. Og at enda vildi Dennis Holm, at smærru feløgini í fiskivinnuni hava ágóðan, tá kvoturnar av uppsjóvarfiski eru stórar.
Greitt er nú, at broytingar fara at verða gjørdar. Undan Torratinginum vildi Dennis Holm ikki siga, júst hvørjar broytingar fara at verða gjørdar, men tað fáa vit møguliga at vita í Varpinum í kvøld. Hann vil tó siga, at ikki øll omanfyrinevndu viðurskifti verða broytt – summi verða, sum upprunaliga ætlað í uppskotinum til broytingar í sjófeingislógini. Men eitt, sum verður broytt í mun til uppskotið, sum fór til hoyringar, er herðingin av antitrust-hámarkinum. Har verður ikki longur lagt upp til so kraftiga herðing sum upprunaliga ætlað.
Dennis Holm sigur eisini, at samgongan er samd um uppskotið, sum tað sær út nú, og at uppskotið fer í Løgtingið fríggjadagin á miðdegi.
Øll eru vælkomin í Varpið til Torrating, siga fyriskipararnir, og Norðlýsið stroymir eisini beinleiðis frá Torratinginum, ið sum nevnt, byrjar kl. 19.00.