Tá ið Silva varð bumbað á Vágni
Í Smæruni í dag greiddi Andrass Henriksen frá norska skipinum Silvu, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Eisini sóu vit eina video upptøku av pápanum, Jóhannes Henriksen, sála, ið sigldi sum maskinnmaður við Silvu, har hann greiddi frá um ta ferðina, teir vórðu bumbaðir á vágni í Klaksvík.
Silva er bygd í Skotlandi 1910 til eitt Felag í Leith. Í 1938 umbygdur til snurpara, og merktur 128 BRT – Fekk ein nýggjan motor Wickmann, tríggjar cylindara – 225 HK. Jóhannes Henriksen greiddi frá, at báturin gekk skjótt, eini 10-11 míl.
Eigari í 1939: P/R Silva, Ingebrikt Kårsbø.
Ferðin til Føroya var frá Brandal – nærhendis Fosnavåg – Teir fóru 10. mai og komu á Klaksvík 12. mai 1940. Onkrir av manningini høvdu verið virknir í norsku mótstøðurørsluni og vildu sleppa burtur.
Teir, sum vóru við, tá ið teir komu til Føroya, vóru skiparin, Bertel Christiansen Landmark, Arvid Bigseth, Knut Brandal, pápi Jóannes Brandal, Inge Brekke, Johan Engstrøm, Hohan Jakob Ginholt, Leif Gronnevet, Karl Karlsen, Ingebrikt Kårsbø, Erik Nordmann, Sigurd Olsen, Thor Magnus Rosenvinge Nilsen, Edvin Roar Rogne, Peter Wilberg.
Síðani greiddi Andras frá mynstringalista, tá ið skipið var reitt út í Føroyum – eina tíð av Kjølbro. M.a. sigldu teir til Íslands í 1941, har teir keyptu fisk og sigldu til Skotlands við honum og seldu har.
Síðani tóku teir kol umborð og sigldi so við tí til Íslands, har báturin so aftur varð fylltur við fiski.
Sakk
10. mai 1941 liggur Silva á Klaksvík og reinsar motur. Dagin fyri var Fugloyggin torpederað og sokkin. Silva lá tá við eina stóra træbrúgv – ein frálík kai eftir tátíðar meti. Ewald Kjølbro bað teir tí flyta út á vágna, tí kom flúgvarin aftur, so kundi bæði bátur og bryggja fara.
Silva, sum var rímiliga stór kundi verið eitt gott mál hjá flúgvaranum. So varð – Teir koma aftur dagin eftir – 10. mai og sleptu eina bombu niður móti Silvu, sum fór inn bagborðsmegin. Men hon brast tó ikki.
Silva tók at søkka, men royndu teir við árabáti at fáa hana inn á grynnri vatn, sum eydnaðist, tó at flúgvarin kom aftur eftir teimum. Teimum eydnaðust at rógva inn undir brúnna, har teir fingu “lívd” eina løtu.
Góð søla
Einaferð undir krígnum vóru onkur skip komin illa fyri, so manningin vildi treyðugt fara aftur til Skotlands – hetta var jú vandaleið. So spurdi reiðarin nakrar av manningini, teirra millum maskinmenninar – teirra millum, Jóhannes Henriksen, um teir vildu fara niður at selja.
Jú, teir vildu fara, við teirri treyt, at teir fingu 5 % av bruttosøluni. Teir so avstað og sigla eina leið, sum var forboðin, men valdu hana fyri skjotleikan. Teir komu fram í øllum góðum og seldu fyri 20.000 £. Pundið var tá kr. 22,- Teir fingu kr. 5.000,- í hondina, sum var væl meir enn ein ársløn.
Men hetta var sjálvandi við lívinum í veð, sum ikki var bara so hissini.
Seinni bleiv Silva fraktskip hjá bretska herðinum og sigldi nógv millum oyggjarnar við vøru. Serliga nógv til Vágoynna, har flogvøllurin var.
Ein ógvuliga áhugaverd framløga við nógvum myndum og so ikki minst beinleiðis frásøgnina hjá pápanum, Jóhannes Henriksen.
Tað var fullsett í Smæruni í dag.