Torraskráin hósdagin
Tað er nógv ymiskt á skrá - og ein drúgvur dagur fyri framman, sum byrjar við Torrakafé í Betesda
HÓSDAGUR 20. FEBRUAR 2025
KL. 09.00 - 21.00 CAFÉ FRÍÐA
KL. 10.00 BETESDA – TORRAKAFÉ VIBERG SØRENSEN UM SJÓLÍV SÍTT – Viberg, sum er góður frásøgumaður, hevur átt skip, verið formaður Reiðarafelagnum og verið nógv á sjónum, hevur nógv at siga frá. Honum líkar hugtakið: ”At bróta upp úr nýggjum”!
Tú kanst hoyra hann á Torradøgunum greiða frá sjólívi sínum á Torrakáféini í Betesda, hósmorgunin, har eisini nógvur tónleikur og sangur er á skrá við Vitanum Eisini verður boðið gott kaffi saman við einum góðum torrapráti og einum køkubita
KL. 11.30 - 15.00 ANGUS OPIÐ Sí matskrá og bílegg borð Serligur Torra-borðseðil
Angus.fo – 457777
KL. 12.00 - 20.00 CAFÉ FRÍÐA Hvønn dag í Torravikuni Serligur Torra-borðseðil
– sí Frida.fo Eisini er annað mangt á borðseðlinum
KL. 13.00 - 17.30 BLÁI KROSSUR FØROYA Nólsoyar Pálsgøta 22 Klæðir kunnu latast inn allar dagar Vælkomin inn á gólvið
KL.13.00 – 17.00 DUGNI, TINGHÚSIÐ - KLAKSVÍKVEGUR 56 LISTAFRAMSÝNING
Tað er Louisa Sivertsen, sum sýnir fram verk síni – ein søluframsýning Í samstarvi við Kondittarí Marietta selja tey kakur afturvið einum góðum drekkamunni Tú ert vælkomin at støkka inn á gólvið
KL. 14.00 – 16.00 VARPIÐ - FOYERIN NORÐOYA LISTAFELAG SÝNIR FRAM LISTAVERK – í kjallaranum í Varpinum Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag
KL. 15.00 – 20.00 GALLARÍ Á STONGUNUM LISTAFRAMSÝNING VIÐ LYDIU Petersen og Jógvan K. Glerfoss Á Torradøgum og eftirfylgjandidagarnar, 18. – 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum
KL. 16.00 SMÆRAN - POUL SIVAR OLSEN GREIÐIR FRÁ UPPVØKSTRI SÍNUM Í SVÍNOY og um ferðir á fiskileið á Flemish Kap. Poul Sivar fór til skips 17 ára gamal við Jógvan S.
Hann hevur verið heilar 12 saltfiskatúrar á Flemish Kap. Frásøgumaður er hann góður, so okkurt áhugavert og skemtiligt verður helst á skrá Kaffi er eisini á kannuni og gott prát afturvið
KL. 16.00 NORÐOYA GONGUFELAG HITTAST VIÐ OLJUTANGARNAR Á GRÓTRÆTT Leiðin - Torra-túrurin - sum er stutt hesaferð, liggur umvegis Norðhavnina til Faroe Ship, har Símun Gullaksen sigur frá
Fylgið við inni á Norðoya Gongufelag á facebook um møguligar broytingar
KL. 16.00 – 18.00: DRAGIN OPIÐ SKIP UMBORÐ Á DRAGANUM Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum Kokkurin bjóðar kaffi
KL. 17.00 - 21.30 ANGUS OPIÐ Sí matskrá og bílegg borð
Angus.fo – 457777
Serlig Torramatskrá: Forrættur - royktur laksur ella tempura rækjur Høvuðsrættur - grillaður laksur frá Bakkafrosti Omaná - súreplaterta við softice og kaffi/te Alt hetta fyri einans kr. 300,-
KL. 19.00 CAFÉ GLORIA Sjavskapping og hugnaløta á Café Gloria
KL. 19.00 AULUNI Á SKÚLATRØÐ KLAKSVÍKAR TÓNLISTASKÚLI OG BARNADANSURIN HJÁ DANSIFELAGNUM skipa fyri konsert og føroyskum dansi í auluni á Skúlatrøð. Næmingar og lærarar framføra føroyskan sang og kvæði, aftaná skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri barnadansi. Eisini verður drekkamunnur at fáa
KL. 19.00 – 21.15 VARPIÐ - FORELDUR Í EINUM TALGILDUM HEIMI JONAS RAVN, ráðgevi innan talgildan trivnað hjá børnum og ungum, greiðir frá, hvussu vit kunnu verða góð foreldur hjá talgildum ungum Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, gevur fakligt innlit og góð ráð til foreldur Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu fara at hava sofaprát við ung
KL. 19.30 MIÐHØLLIN Á SKÚLATRØÐ NÝGGJUR MIÐBÝUR OG EITT HAVNALAG Í BROYTING
Havnaløgini eru ein týðandi partur av søguni og samleikanum í Klaksvík Havnalagi – m.a. Úti í Klaksvík, framvið Hotellinum, Neystinum, Akursmørk, felagshús til Norðoya Bátafelag og økið við Bollafabrikkina Gunnar Nolsøe er vertur: Luttakarar verða Andreas Andreassen, tekniskur stjóri, Ósbjørn Jakobsen, arkitektur, Albert Isfeld, arkitektur, og Jákup Andreasen, rithøvundi
KL. 19.30 KLAKSVÍKAR BÓKASAVN BÓKACAFE VIÐ SÓLRÚN MICHELSEN
Tað verður Marna Jacobsen, ið fer at hava samrøðu við rithøvundin um bókina "Sára Malena". Sára Malena er millum tey trý verkini, sum í ár eru í uppskoti til at fáa Lesaravirðislønina 2025.