Poul Sivar Olsen í Smæruni
Í Svínoy sleit Poul Sivar sínar barnaskógvar – Hann er føddur í 1955. Tá hann fór í skúla vóru tveir klassar, eldri og yngri klassi. Í eldra klassa vóru 16 børn, 8 gentur og 8 dreingir. Tað vóru nakað væl minni av børnum í yngra klassa. Karl var lærari.
Har var vítt um at fara og var øll bygdin eitt stórt spælipláss – fjøran, bøurin, hagin og onkuntíð flutu teir eisini.
Men tey fingu tíðliga sín settning og skuldu hjálpa til við hoygging, rakstri og eisini við at fáa torvið eysturi á fjøllunum til høldar.
Tá ið skúlin var liðugur, fór Poul Sivar til skips 17 ára gamal tað var við Jógvan S. og lá leiðin til Ísland, á Jøklagrunnin.
Fyrstu ferð hann var á Flemish Kap var 17. mars 1973 við Jógvan S. Skipari var Leivur Zachariassen. Tá hann verið tríggjar isfiskatúrar fammanundan.
Har vóru nógvir ungir dreingir við. Lívið var hart, har var nógv at egna, sum fór illa við hondunum. Eisini skuldi fiskurin fáast í salt.
Onkuntíð vóru stundir til at taka sær av løttum, har ymisk roysni skuldu gerast. Tað finnast myndir at Poul Sivar standandi á Krosstrænum á Hans Eriki.
Jú, tað eru nógvar ymiskar søgur at siga frá av Flemmish Kap.
Onkur vildi vera við, at Jógvan S. var blivin so moderniseraður, tí hann hevði fingið sjálvstýrara. Einaferð minnist eg til, at vit ongan varma høvdu har frammi tann síðsta mánaðin, vit royndu. Tað var komi út í november mánaða, so tað var eisini blivið kalt, greiðir Poul Sivar frá.
Tað var sera óbehagiligt, so fuktigt og slavið alt var inni har frammi. Eisini var dýnan køld og vát, tað kendist óbehagiligt.
Tá man tørnaði inn aftaná ein langan arbeisdag, so gleddi man seg altíð at sleppa í koyggjuna, men tá var tað ikki serliga innbjóðandi at fara í koyggjuna - hon kendist bæði vát og køld.
Tá mann so skuldi fara í klæðini aftur, vóru tey eisini vát og køld. So tað var nokkso skjótt, at mann fann útav, at frægast var at sova í klæðum. Tað vóru nokk fleiri enn eg, sum ongantíð fóru úr klæðunum tann síðsta mánaðin, vit royndu, sigur Poul Sivar.
í 1983 tók Poul Sivar skiparaeksamiu, og fóru sum stýrimaður við Boroyðanes í 1984. Fiskiskapurin gekk sína leið og fingu teir bara væl burturúr og forvinningurin var ikki so lítil.
Poul Sivar hevur verið heili 12 saltfiskatúrar á Flemmish Kap. Frásøgumaður er hann góður, so okkurt áhugavert og skemtiligt verður helst á skrá.
Poul Sivar Olsen verður í Smæruni hósdagin 20. februar kl. 16.00, har eisini ein kaffimunnur er á skrá aftur við góðum práti