Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur miðbýur og eitt havnalag í broyting

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.02.2025 - 09:13 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hetta verður evnið á Skúlatrøð hóskvøldið 20. februar kl. 19.30, har ymsir steinar, hugskot og møguleikar verða vendir.

Havnaløgini eru ein týðandi partur av søguni og samleikanum í Klaksvík. Tað var her, ið fólk arbeiddu, skip og bátar landaðu og lossaðu, og havnaløgini vóru eisini sambindingarliðini til aðrar oyggjar og út í heim. Men hvat fyri virksemi verður at finna við havnaløgini í framtíðini og fáa vit nýggj havnaløg ella havnafrontar við heilt aðrari útsjónd og øðrum virksemi?

Hetta verður eitt av evnunum, ið verður á skránni á Skúlatrøð, har ið nomið verður við Klaksvíkar Hermetikk norðuri á Stongunum, vit fáa eitt innlit í verkætlanina á vestara havnalagið, sum umfatar økið við Gamla Einahandilin, har ið tankin eisini er at endurbyggja sermerktu áttakantaðu kioskina Vesturskin, sum varð nevnd Keikioskin í dagligari talu. Og harumframt telur økið eisini Íðni og gomlu havnaskrivstovuna.

Vit fara eisini at fregnast um nýggju havnafrontarnar í miðbýnum, sum telja nýggja hotellið og Róðrarneystið, eins og byggiætlanina niðanfyri Effo, ið eitt nú skal húsa Norðoya Bátafelag.

Vit førka okkum eisini longur niðan í býin, í Akursmørkbøin, har ið víst verður á hvussu byggjast kann framvið vegnum samstundis sum ein viðarlund verður millum hesa verkætlanina og Skúlatrøð.

Luttakarar verða Andreas Andreassen, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu, Ósbjørn Jakobsen, arkitektur, Albert Isfeld, arkitektur, og Jákup Andreasen, sum í fjør lat úr hondum bókina “Afturbrá, gamlar myndir úr Norðoyggjum”.

Orðstýrari verður Gunnar Nolsøe.

Miðhøllin á Skúlatrøð hóskvøldið 20. februar kl. 19.30

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…