Lýsing
Lýsing
Lýsing

Estetiskur fimleikur: Søgulig hending í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2025 - 10:16 Ítrottur Tíðindi

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein estetisk fimleikakapping verður í Klaksvík í samstarvi við Klaksvíkar Fimleikafelag

So er aftur við at vera klárt! Onnur steypakapping í estetiskum fimleiki verður í Badmintonhøllini í Klaksvík komandi leygardag, 22. februar. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein estetisk fimleikakapping verður í Klaksvík í samstarvi við Klaksvíkar Fimleikafelag, og Klaksvíkar Fimleikafelag hevur við hesum gjørt tað møguligt hjá okkum at hýsa trimum steypakappingum í ár. Hetta gleðast vit stórliga um.

21 lið eru tilmeldað kappingina, og afturat teimum kemur eitt fyrireikingarlið hjá Klaksvíkar Fimleikafelag at framføra sum gestalið.

Kappingin byrjar kl. 12.45 við innmarsj og verður væntandi liðug umleið kl. 16.00.

Í alt koma 5 pinkulið, 7 smágentulið, 5 gentulið, 1 unglingalið, 2 kvinnulið og eitt kvinnulið í short program at kappast og tey koma úr hesum feløgum:

  • Fimleikafelagið Ljósið
  • Havnar Fimleikafelag
  • Fimleikafelagið Støkk
  • Klaksvíkar Fimleikafelag

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar (inngongd sunnanfyri ímóti Skálanum). Prísurin er:

  • Vaksin: 120 kr
  • Børn: 60 kr
  • Børn 0-2 ár: Ókeypis

Klaksvíkar Fimleikafelag samskipar kappingina, og smásøla verður til frama fyri felagið.

Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo.

Vit eru sera spent at síggja tykkum til aðru steypakapping, fyri fyrstu ferð í Klaksvík!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…