Lýsing
Lýsing
Lýsing

Countrydrotningin Kristina á Tórsfest

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2025 - 14:31 Mentan Tíðindi

Geniala Kristina Bærendsen kemur við hittunum á Tórsfest, og kunnu vit gleða okkum til eina stórbæra konsert, har vit øll kunnu syngja við. Sigur tú Country, sigur tú Kristina.

 

Ongantíð áður hevur countrytónleikur verið framførdur á Tórsfest. Men tað verður nú broytt, tí Kristina Bærendsen hevur játta at framføra á ársins konsert. 

Vit kenna øll Kristinu. Í 2012 gav Kristina út sjálvnevnda útgávu, og í 2014 gav hon út “Nothing´s Here to Stay”, og harumframt hevur hon latið úr honum fleiri stakløg, millum annað fleiri saman við Halli Joensen. Sama hvat Kristina syngur, ljóðar tað av inniligum gulli. Hon hevur heilt vist stjørnugóðskutá hon er á palli, og dugur ómetaliga væl at leiða áhoyrarar ígjøgnum eina konsert, við sínum vokali, sum er í serflokki. 

Krisitina hevur fleiri sera vælumtókt løg á samvitskuni, millum onnur kunnu nevnast stuttliga “Gev mær frið”, “Har einki varðir við”, “You and I” og “Mr. Wrong”. Tað er ikki av tilvild, at Kristina er umbiðin til stórt sæð allar festivalar her á landi, og vit hava sæð hana brilliera sama hvar hon framførir. 

Við vælspælandi bólki kunnu vit gleða okkum til eina ríka løtusaman við Kristinu, tá country endiliga sleppir framat á Tórsfest. 

Gleð teg til rúgvusmiklu Tórsfest

Tað verður ein stjørnupakkað skrá á Tórsfest í ár. Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza og mong onnur verða á pallinum 25. juli í hjartanum í Havn. 

Drøna á ebillett.fo, Effo Gundadali, Føroya Tele kring landið og ogna tær atgongumerki til Tórsfest 2025. Tey fáast fyri 895,- umframt avgreiðslugjøld.  

Vit síggjast á Tórsfest.

 

Tórsfest er stuðlað av Føroya Tele, OY, SMS, Red Bull, Effo, Burger King, Betri, Wenzel Bilrøkt, Atlantic Airways Sveiggj og Hoyrnini. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…