Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristian Fríðrik Olsen | Mynd: Oliver Joensen

Dropar av Dýrari Tíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2025 - 21:14 Mentan Tíðindi Vinna

Kristian Fríðrik Olsen, minnist aftur á ymiskt frá síni tíð á Davavirkinum, tá hann arbeiddi sum álitismaður undir John William Joensen, eldra, ið var arbeiðisformaður á flakavirkinum tað tí virkið var undir “Dávamonnunum”:

 

 

Tað fyrsta eg minnist av Dávavirkinum var tá vit fyrst í 60unum plagdi at egna í skúrinum norðanvert virkið.-Her húsaðust nógvir størri og minni útróðrarbátar.-Tá stamparnir vóru egndir blivu teir trillaðir inn í frystgoymsluna úr norðara endanum.- Eitt serligt við tí frystigoymsluni var at við eina veggin var fult av búrum ella skápum har privatfólk goymdu sínar frystivørur, og tað var meira og minni vanligt nógvastaðni tá.- Ùt eftir øllum vestara kajøkið vóru sildatunnur og sildaarbeiði,og so var eisini her uttanfyri Dávavirkið.-Sildarokan sum tók seg ordiliga upp í 50num og so bráðstegaði í 68-69.- Eg minnist fyrsta lítla 3 hjulaða Hystertrukkin við gaflum til nógvar sildatunnur og sandsekkjum á reyvini fara tuffandi eftir knortluta undirlagnum.-Tað er ikki uttan grund at eg nevnið ”Hyster”tí seinni skuldi eg ofta hoyra Hyster og veldigt frá John William.

Mær er sagt at tryggingarpeningurin fyri Skálanes var fyrsta innskotið tá Dávavirkið sá dagsins ljós í 60-61 og at umframt Dávafólkini, so vóru Eli Christiansen giftur í Vátutoft,og starvaðist nógv ár á Bacalao,Judmund, Sámal Petur og onnur ið vóru við at leggja úr lagdi.-

Sum smádrongur og hálvvaksin var vanligt at taka lut í ymsum fiskaarbeiði.- À fiskastykkinum,í saltfiska og turkarínum og gera Brasiliakassar hjá Heina, í kjallaranum hjá Òla Gaard, Samvinnufelagnum og landað saltfisk og skera burtur úr tá fiskavasking var úti á Norðborg.

Tá skúlin var liðugur summari 69  egndi eg nakrar vikur hjá Svartaberg,sum Karl mammubeiggi átti.-Hetta var í skúrinum hjá Palla hjá Mariannu,sum var beint heimanvert Dávavirkið.-Tað var skjótt at eg var biðin at hjálpa til inni í saltfiskakjallaranum,har bæði bleiv flakt og alt sum, til hoyrdi.-Aftan á nakrar vikur fór eg so inn á flakavirkið og tók lut í øllum arbeiði har.  

Dávavirkið sum var eitt av fyrstu virkjunum í Føroyum ,bygt til endamálið var eitt sera fjøllbroytt arbeiðspláss.- Her var bæði feskur fiskur og fekst flak til sølu.-Frystir fiskaútdráttir í øllum møguligum útgávum,ræstur og turrur fiskur, saltfiskur, agnagoymsla,frystigoymsla fyri heilsølur og privatfólk, umframt ís-goymsla og mangt annað.Eisini hoyrdi útróðrarbáturin Byrgi,sum Levi førdi til virkið-Orði víðarigóðsking er eitt mantra sum er nógv brúkt.-Her var ein víðarigóðsking og fjølbroytni sum sigur spar fimm til nógv, men ert tú ov skjótur á sjóvarfallinum so rennir tú teg í forðingar og avbjóðingar, tað hava flest øll frambrot fyrr ella seinni sanna.

Ein morgunin vit stóðu fleiri móti húsavegginum niðanfyri kom Símin Dávur Osberg gangandi á veg út á Norðborg.-Tá letur í John William ” Góðan morgun,-á veg út á ellisheimið”-Skjótt svar” Tað er so frægari enn hesin barnagarðurin tú hevur”.- Ja, vit vóru nógv ung ,serliga dreingir, men eisini gentur umframt flakakvinnur í bestu árum og menn í øllum aldri sum skóru flak við hond,oftani akkord ella bonus, og tá var ikki at vera fyri.-Umframt hondskering  var ein 88ari, flakamaskina bulurin, síðan kom ein 89ari sum kláraði størri fisk.

Hýsan var høvuðsflakaframleiðslan, og pakka bleiv í pund, fimmpund og blokk-eskir snøgt prýddar við Taste O´Sea merkinum hjá O´Donnel,men eisini toskur og steinbítur, ja sjálvt skrubba bleiv koyrd í pundspakkar.                                                                                                

Skal líka nevna at O´Donnel einferð var áhugaður í at byggja eitt uppsagingar og paneringsvirkið til ymiskar Fish-sticks úrdráttir.-Tað var upprunin til fyrstu útgravingina omanfyri,men primus motor fekk krabbamein og doyði,og hetta fór fyri bakkað.- Annars broyttist øll fiskaframleiðsla so líðandi eftir at Ráfiskagrunnurin kom í 75 og at samstarvið við Taste O´Sea endaði og Fiskasølan fór uppí tað Ìslendsku ”Islandic Brand” sølufelagið.

Ja, tað bleiv nógv hýsa hondskorðin til flak av fólki burturav og av dag/náttarvaktum sum umframt passaðu maskinaríðið og sølu og útkoyring,bæði til privatfólk, handlar,Klaksvíkar og Lands Sjúkrahúsið.-Smásølan fór í posar við telefon:55244&55753 og fínari tekning á.-Størri kundarnir í bakkar.-Onkur skuldi hava stóra hýsu,Fish &Ships í Havn skuldi hava smáa, og ikki at gloyma tað sum skuldi uppá loftið (triðu hædd) til turran fisk, tað skuldi hava eina serliga stødd og góðsku.           

Tað var stórur eftirspurningur um alt landið eftir hesum serliga viðskerða.- Fiskurin bleiv turkaður á ribbum í tunlum sum vóru spjaddir runt alt loftið.- Her húsaðust Ziska gamli og Jóanes hjá Dáva saman við ymsum hjálparfólkið, og syrgdu fyri at fiskurin var rætt turkaður,bankaður og pakkaður,og so út á marknaðin sum bíðaði.- Hugfarsligir og vælumgingnir vóru teir báðir, merktir av árum og heilsu,við umsorgan fyri hvør øðrum komu teir í hvør sínum lag; Jóanes við meg:”Eg havi goymt….. fyri Ziska,tí hann missir bara burtur” Ziska við meg:”Jóanes missir alt vekk, so eg havi goymt tað….” Og so at leita.

Onnur vøra sum teir og onnur tóku sær av var fiskurin sum bleiv hongdur upp at ræsa.- Sera stórur hjallur var í suðurendanum á húsinum,á fjórðu hædd.-Her bleiv fiskurin hivaður upp í kurvum, hongdur upp á træverk, og so hjúklaður um, til hann var klárur.-Sum oftast seldur áðrenn liðugt var. – Annars var hjallurin í nógv ár mál og útvarpstøð hjá kappróðrinum á Norðoyarstevnu.

Tá trolingin á landleiðini byrjaði fyrst í 70unum vóru tað fleiri av hesum sum landaðu til Dávavirkið.-Maskinorkan var lítil, og ikki nógv tovkraft og tað kom meira enn so fyri at teir komu sleipandi trolinum á síðuni, fult av yvirvaksnari reyðsprøku, og stórari tungu, onkrari hvasskvoysu og mangt annað fiskaslag. Tað mesta av flatfiskinum bleiv skorin við hond,lagdur á plátur, eini 15 á hædd,trillað inn í frystitunnil og einkultfryst.og síðan pakkað í eskjur.- Reyðsprøkan var fyrstu árini so stór at hvørt flak bleiv deilt í fýra stykkir.- Nógv av tunguni bleiv einkultfryst heil, síðani trimma við einum serligum saksi.- Hetta var til onkran Kosher kunda í USA sum annars tók mesta av flatfiskinum.- Fitt av kalva kom upp um sumrarnar,og bleiv hann hongdur upp og frystur í tunlinum.-Nakrir bátar gjørdu góðar setur eftir svartkalva eysturi í Holinum.-Hesin bleiv eisini skráskorin og hongdur upp í frystitunlinum.

Umframt smærri og størri útróðrarbátar løgdust eisini Borgarin og Nónhamar afturat, umframt línubátarnir hjá Joensen&Olsen tá teir vóru á ísfisk,hesir seinnu løgdu tó alt til saltingar upp úti á Norðborg.- Ìslandstúrarnir hjá Borgarnum og Nónhamar vóru ofta sera góðir, og brosman so stór at tað mesta mátti skerast við hond.- Minnist upp í móti eini Jól, tað var nógvur fiskur annars og so komu teir báðir fullir undir lúkuna.- Brosman og longan bleiv ísa inn í kjallaran á Samvinnufelagnum, og sunnari kjallarin var fullur.- Tá letur í einum kendum Hornamanni.- Nú er bara at keypa eitt Jólatræ, steingja hurðarnar, og so dansa vit.-

Seinnapart av 70unum var nógv streyka í Ìslandi, og Óli sum kendi nógvar Ìslendingar og serliga í Dalvíkini bar so í bandi at hesir síðutrolararnir komu at landað á Dávavirkinum og á hinum virkjunum í Klaksvík.- Har vóru Kallbakur,Svartbakur,Slettbakur og fleiri umframt teir nýggjastu hekkutrolararnir beint úr Frankaríki, Bjørgvin og Bjørgúlfur.- Tá stóðu flekiborð og saltfiskastakkar um alla kajuna, og eg minnist at ´leygarmorgunin kl.03 áðrenn Norðoyarstevnu  vóru vit lidnir at reinsa og fáa presendingar yvir, og so yvir á Kósina at hjálpa og klokkan 13 var slætt borð, og so á Norðoyarstevnu.

Nú í morgun tá konan og eg í 20 minusgradum høvdu hætta okkum inn til Luleå í venjingarhøli, og síggi hendan mannin sum hvønn dag gongur millum allar hesar maskinurnar og syrgir fyri at tær bara eru í lagi uttan at nógv varnast hetta, kom mær til hugs at tað var júst hesin krumptappurin sum Hans Jakki var á Dávavirkinum, alt bleiv eftirhugt,  líka mikið hvat so kláraðu hansara hegnigu hendir tað,eisini hetta at finna uppá nýtt,nýggjar loysnir.-Vóru tað størri uppgávur kom Otto við sínum soldatum av bedingini,sum Armgarð átti part av.- Ein annar krumptappur var skrivstovan sum øll fyrstu árini var í erva, men seinni flutti heim í Føroya Banka.- Her helt Òli saman við Oliver.Lassa og øðrum til

Umframt vanliga saltfiskaarbeiðið landaðu og pakkaðu vit saltfiskin hjá Borðyarnes.-Palli hjá Mariannu bygdi fiskahús fast í suðursíðuna á Dávavirkinum, og her bleiv tann fiskurin pakkaður og goymdur. -Eisini landaðu og pakkaðu vit saltfiskin frá Nónhamar trolaranum, nakrar túrar.

Onkuntíð lossaðu stórir Polskir trolarar frystan høgguslokk til Fiskasøluna, sum bleiv lagdur á frystigoymsluna í erva.- So hetta mátti alt koyrast við lastbili.

Seinast í 70unum vóru umstøðurnar í flakavinnuni so nógv broyttar,at Dávafólkini valdu til endan at gevast við virkseminum.-Enn ein Viti var blivin ein Varði.

                                 

Orð til endans - Alt hevur tíð sína

Einaferð í fyrrapart í 70unum vóru vit báðir John William inni á skrivstovuni hjá Erlingi Laksafoss heimi í Gomlu Klaksvíkini.- Teir vóru jú svágrar.- Erling ið altíð hevði nógv á tapetinum, vísti okkum skitsur av stóra flaka-og framleiðsluvirkið hann ætlaði at byggja á vestursíðuni.- Tá spyr John William: ”Men hvat við Dávavirkinum” ?- Tak tað róligt var svarið frá Erling: ”Tað kann verða pisshús”  Tað kom so ongantíð, men haldið tað kom í Rukkulakkan.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra-sjálvtøkuborð á TSK
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Torraskráin leygar­dagin
Eg sjólívið valdi, men...
Poul Sivar Olsen í Smæruni
Veðrið um vikuskiftið
Frálík Torrakafé við Viberg
Teknmálscafé í Aulini á Skúlatrøð í morg…
Torradagar og munnbitar 
Arbeiði við Norðoya­tunnilin
Klárt at søkja Listaflog 2025
Polarstjørnan upp á beint
Nú fer av álvara at styttast fyri vallyf…
Bumburnar regnaðu yvir Klaksvík, sum tøm…
Framsýning í Spinnarí­num á Torradøgunum
Torraskráin fríggja­dagin
Epli og røtur av Sandi
- Hetta er byrjanin til nakað stórt
Dropar av Dýrari Tíð
Talvkapping á Torradøgunum