- Hetta er byrjanin til nakað stórt
segði Jóannes Ejdesgaard formaður í Reyða Krossi Føroyar millum annað í røðu sínari tá Reyðakrossbúðin í Klaksvík læt upp í gjár. Vit prenta røðuna niðanfyri.
Góðu klaksvíksingar, norðingar og eysturoyingar - góða samkoma.
Hjartaliga vælkomin til hesa fyri okkum í Reyða Krossi sera stóru løtu. Eg havi eina sterka kenslu av, at hetta er byrjanin til nakað stórt.
Nú kann kanska onkur spyrja, um vit nú hava brúk fyri meira virksemi í einum hjálparfelagsskapi - gera vit ikki, nóg mikið sum er. Hví skulu vit spenna okkum enn meira út, enn vit longu gera? Og her er svarið, at vit sjálvandi skulu gerast enn størri, so vit kunnu hjálpa enn meira, tí alt fleiri hava brúk fyri okkum.
Tað er somuleiðis eisini gleðiligt, at vit hava ment munandi um okkara virksemi her heima í Føroyum, tí her gera vit eisini stóran mun á fleiri økjum. Men ongantíð mugu vit gerast so upptikin av okkara egna, at vit gloyma næstan, sum ivaleyst hevur svárari neyð enn vit.
Um øll vápn í hesu løtu vórðu løgd á jørðina, so øll kríggj steðgaðu, so hevði Reyði Krossur framvegis havt stórar uppgávur. Náttúrukreftirnar gera um seg runt um í heiminum og elva til hungur, fátækradømi og eru atvoldin til, at fólk rýma frá húsi og heimi. Náttúran gevur okkum ríkiligt av avbjóðingum og krevur so sanniliga síni offur. Tað er skerpingur í ávísu økjum, meðan onnur eru herjaði av vatnflóðum. Vit hoyra næstan dagliga um jarðskjálvtar, skógarbrandar, flóðaldur, vulkanur og tropiskar orkanur.
So náttúran gevur okkum risa avbjóðingar, sum hjálparfelagsskapirnir langt frá megna at taka hond um. Men omaná alt hetta hava vit nú støður, sum elva til neyð og deyða, tí vit menniskjur ikki duga at liva sum menniskju. Borgarakríggj og álopskríggj og etniskar útreinsingar fara fram víða um knøttin og nú eisini um okkara leiðir. Hetta er veruliga ófrættakent.
Og allastaðni hoyra vit nú um uppdubbing. Skulu vit hava ein møguleika fyri einum friðarligum heimi, so hugsa nógvir politikkarar, at so mugu risa upphæddir brúkast til vápn og lóðir. Hetta ljóðar løgið, men er hetta tó boðskapurin frá flestu av heimsins leiðarum. Í fjør brúkti heimurin 14.666 mia. kr. til vápn. Tað er ein ørandi upphædd, og tað er tí freistandi at seta spurningin, hvussu langt handa upphædd hevði rokkið, um vit vildu bast fátækradøminum og ójavnanum millum lond ella framt tiltøk til tess at basa ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Vit vita, at 40 mió. fólk í 51 londum eru í einari hættisligari støðu ella í beinleiðis hungursney. Knappar 700 mió. fólk liva í fátækravanda, og tað vil so aftur siga, at tey liva fyri minni enn 2 dollarar ella einar 15 krónur um dagin. Orsakað av skeiva býtinum millum rík og fátøk og orsakað av politiskari vanstýring, so fáa øll hesi menniskju ikki nóg mikið av mati. Og grundað hesa ólukkuligu støðu við hungur neyð og kríggi, so eru einar 70 mió. flóttar, sum av neyð eru flýdd heimanífrá.
Er hetta ein minnisverdur dagur fyri Klaksvíkina, so er hetta so sanniliga eisini ein minnisverdur dagur fyri Reyða Kross. Hetta er dagurin, har Reyði Krossur ger sína innrás í Klaksvík fyri at brúka eitt illa dámt orð, sum vit tíverri hoyra alt ov ofta.
Fyri okkum í nevndini í Reyða Krossi hevur tað verið av alstórum týdningi, at Reyði Krossur gjørdist sjónligur og virkin runt um í landinum, og tí hava vit nú í fleiri ár arbeitt við ætlanini um at fáa ein miðdepil her í norðurøkinum. Og nú eydnaðist tað, og tað eru vit so sera fegin um.
Eg skal tí takka eldsálunum her í Klaksvík, sum hava hjálpt okkum vit at finna høli og at fyrireika byrjanina, og her má eg nevna Annu Mariu, sum hevur verið togtogarin her norðuri. Og við henni á odda fyri arbeiðinum eru vit sannførd um, at hetta skal fara at eydnast. Eg skal sjálvandi eisini takka skrivstovuni fyri gott arbeiði.
Sjálvur eri eg sannførdur um, at tit her norðuri fara undir virksemi við eldhuga og vilja. Her eru eisini góð hølisviðurskiftir, og her er vónandi hópur av hugaðum sjálvbodnum, sum vilja taka eina hond í. Eg havi so mangan sagt tað, at høvdu vit ikki tey sjálvbodnu, so kundu vit snara lykilin um við tað sama. Tey sjálvbodnu lata tíð og orku til eina góða søk, og tey eru sjálvur krummtappurin í øllum okkara virksemi. Øll gera vit okkara sjálvbodna arbeiði í vissuni um at vit tæna einum góðum endamáli.
Eg fari at enda við at ynskja tykkum her norðuri bestu eydnu við arbeiðinum. Eg veit, at tann lokali stoltleikin í Klaksvík er ikki til at fara skeivur av, so um ikki so langa tíð, so verður miðdepilin hjá Reyða Krossi her á Dávavirkinum ein sjónligur og virkin partur av Reyða Krossi í Føroyum. Forrestin fyllir felagsskapurin 100 ár komandi ár og besta føðingardagsgávuna, vit kunnu geva er við einum nýggjum kraftdepli her í Klaksvík.
Til lukku við Reyða Krossbúðini her í býnum og góða eydnu øll somul.